Lýsing
Lýsing

Norðborg: 20 tímar heima

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  06.10.2020 - 20:53 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Í dag fór Norðborg aftur til fiskiskap. Nú Norðlýsið hevur verið við Norðborg ein túr, hevur man sæð, hvussu ótrúliga effektivt arbeitt verður umborð á skipinum og tá skipið hevur fingið last og  leggja skal upp og fáa nýggja útgerð umborð.

Sum eg havi skrivað áður so ganga teir 8 tíma vakt umborð. Allar 12 dagarnar eg var umborð hoyrdi eg ikki menn rópa ella ilskast. Hetta eru menn, ið vita hvat teir arbeiða við. Teir hava sítt øki og sínar maskinur at taka sær av, og tað er tað. Tú hevur bert teg sjálvan at hugsa um og at tað, tú hevur um hendur koyrir.

Framleiðslan umborð gekk tí við rúkandi ferð. Sagt var, at maskinurnar skóru 3,8 sildir til flak um sekundið. Á eini 8 tímar vakt, megnaðu teir at fáa um 60 tons av sild skorna, frysta, pakkaða og setta í lastina á plattum. Teir tosaðu um at rekordin fyri 24 tímar var 204 tons.

Fyrstu myndirnar eru tá vit koma um Borðoyavík á vegnum heim, síðani eru myndir av landingini í Fuglafirði, her løgdu vit umleið 170 rúmmetrar av lýsi upp og tóku tungolju umborð. Síðani var farið í Ánirnar, har Norðborg legði 1388 tons av frystum sildafløkum upp, umframt 272 tons av fiskamjøli. Allir avskurðir av sildini á fabrikkini fara til mjøl, einki verður koyrt út, alt verður gagnýtt.

20 tímar heima

Áðrenn skipið hevur lagt at í Ánunum, verða lúkurnar tyknar av lastini. So skjótt skipið er bundið byrjar landingin. Teir, ið skulu við aftur sleppa tá til hús við boðum um at møta aftur dagin eftir klokkan 13.00. Nú teir fara í land ein og ein nærkast klokkuni 18 mánadagin 5. oktober.

Í morgun fór so Norðborg aftur á næsta túr. Manningin verður ikki arbeiðisleys nú skipið fer um pollin. Í kølutangunum vóru um 300 tons av sild, sum skuldu skerast til flak og frystast. Hetta skal nú manningin framleiða til teir aftur eru komnir á fiskileið.

Sum sæst á myndunum, so var Norðlýsið á støð tá Norðborg fór nýggjan túr. Vit ynskja teimum góðan fiskiskap.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…