Lýsing
Lýsing

Mentanarhúsið fortreyt fyri trivnaði

SKRIVAÐ: Signhild V. Johannesen  |  07.10.2020 - 11:46 Mentan Myndarøð Politikkur Tíðindaskriv

Um vit vilja framburð, fáa tey ungu aftur og skapa breiðari trivnað, so er mentanarhúsið ein fortreyt.

Nógv er hent, og nógv er ávegis í Klaksvíkar kommunu. Sum oftast er tað tørvurin, sum avger, hvørjar íløgur verða gjørdar. Og er tað eisini náttúrligt og heilt í lagi.

Skúlabygningum og barnagørðum varðar kommunan av og hevur ábyrgd at byggja, skapa karmar og umstøður. Hetta hava vit partvíst gjørt. Ein partur er ávegis, og okkurt liggur eisini í kortunum fyri nærmastu framtíð.

At tørvurin á einum Mentanarhúsið í Klaksvík er til staðar, ivist eg onga løtu í. Men kanska lokalsamfelagið yvirskipað ikki hevur hugsað tað fram um okkurt annað. Kanska tí tað er nakað ókent, og kanska vilja vit ikki forlanga nakað, sum kann virka luksuskent. Og eitt hugtak, sum vit ofta hoyra, er “ein saknar ikki nakað, sum ein ikki kennir til.”

Um vit vilja framburð, um vit vilja fáa tey ungu aftur, og um vit vilja skapa ein breiðari trivnað fyri býin, er eitt nýtt, flott og nýmótans mentanarhús alneyðugt.

Nýggi bygningurin kemur at broyta kendu býarmyndina. Vit fara at síggja nakað, vit ikki hava sæð áður, og vit skulu helst venja okkum við bygningin, sum er heilt annarleiðis enn tað, vit eru von við. Nýggja mentanarhúsið kemur at liggja fast í verandi posthúsbygningi. Ein bygningur, vit øll eru trygg við, dáma og vilja varðveita. Og tað verður hann eisini. Klassiski og eyðkendi stílurin hjá Palla Gregoriussen sleppur at standa - og tó, so verður nakað opnað upp við glasi niðan ímóti Klaksvíksvegi.

At fáa fleiri partar innan list og mentan at húsast í hesum nýggja bygningi fer at geva ringvirkningar, og allir partar verða vinnarar.

Sum tit øll hava sæð og síggja, er hetta arbeiðið farið í gongd. Tað gongur skjótt og væl, og kunnu vit bara fegnast um, at henda verkætlanin kemur at standa liðug innan alt ov langa tíð.

At mentanin og listin fáa betri umstøður, kemur at geva eina størri javnvág í samlaðu fríðtíðartilboðini í kommununi.

 

Signhild V. Johannesen

Forkvinna í stýrinum Mentanarhúsið í Klaksvík

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin