Lýsing
Lýsing
Lýsing
Frá vinstru: Erik Hult, Leivur í Buð, kirkjuráðsformaður og Hans Christiansen, organistur.

Nýtt orgul í Hvannasunds kirkju

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  07.10.2020 - 14:51 Mentan Myndarøð Tíðindi

Leivur í Buð, formaður í Kirkjuráðnum sigur, at gamla orglið var ov lítið, tað fyltið ikki kirkjuna nóg nógv tá nógv fólk var í kirkju og tí hevði eitt ynski verið í fleiri ár um at fáa eitt størri orgul.

Jógvan Josias á Hædd hevur verið verkætlanarleiðari, hann sigur við Norðlýsið, at tað hevur gingið sera væl at skifta orglið út við eitt nýtt.

Arbeiðið við at taka gamla orglið niður, hava vit kirkjulimir sjávir gjørt sum sjálvboðið arbeiði. Gamla orglið fór í Elduvíkar kirkju. Sum vit hava skilt, so eru tey sera væl nøgd við orglið har, tað hóskar helst betur til tað kirkjuna.

Í veruleikanum var longu byrja fyrireikingar til nýtt orgul í 2010. Men steðgur kom í arbeiðið, tá avgjørt var at fara undir at byggja eitt kirkjuhús. Tað var mett at vera ov nógv at hava tvey stór arbeiði samstundis.

Tá vit fóru í gongd nú aftur, setti eg meg í samband við Frobenius & Sønner, orgulbyggjarar, ið hava bygt fleiri orgul til Føroya og so við Petur Martin Johannesen, organist. Samarbeiði okkara hevur gingið sera væl og nú er orglið um at verða liðugt. Tveir mans frá Frobenius & Sønner eru í løtuni í Hvannasundi og leggja seinastu hond á verki, teir eru Erik Hult, intonatørur og Kasper Kebels, ið er verkætlanarleiðari.

Jógvan Josias á Hædd sigur at enda, at ætlanin hevur verið at hava eitthvørt hugnaligt tá orglið var liðugt, men orsakað av korona verður onki gjørt burturúr nú. Men helst verður skipað fyri móttøku seinni.

Nýggja orglið hevur 10 stemmur og kennist av fylla kirkjuna ógvuliga væl, sigur organisturin Hans Christiansen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund