Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggj ANRU til Hvannasunds

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  08.10.2020 - 16:49 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Eigararnir handan fiskivinnufelagið ANRU í Hvannasundi, Janus Rein og Gundur Sørensen, hava keypt línubátin Mýling, sum hevur fingið navnið ANRU og kemur inn í felagið í staðin fyri núverandi ANRU.

“Vit eru sera spentir upp á hetta skipið, sum er serstakliga væl útgjørt, serliga tá hugsað verður um støddina á skipinum”, sigur Gundur Sørensen, og sipar m.a. til, at skipið hevur autolínuskipan, gott og vælskipað dekkspláss at arbeiða fiskin í, umframt kølilast og krapaísskipan, sum gevur serliga góða fiskigóðsku. “Harumframt hava vit tryggjað okkum eina rúgvu av fiskidøgum, so nú er um at fiska. Vit fara at vera 7 mans við skipinum, og síðani hugsa vit at koyra við hálvaðru manning, tá vit eru komir ordliga í gongd”, leggur Gundur afturat.

Janus Rein sigur í stuttari viðmerking, teir eru ordiliga spentir upp á at koma í gongd við nýggju ANRU, men at teir báðir samstundis ásanna, at tað er við sorgblídni, at teir nú seta fyrru ANRU til sølu, tí báturin hevur riggað serstakliga væl hjá teimum sum útróðrarbátur, umframt at hann er í góðum standi og í millum størstu og best egnaðu útróðrarbátarnar í bólki 5A.

Janus og Gundur ynskja ikki at upplýsa, júst hvussu nógv nýggja verkætlanin hjá teimum kostar, men siga í stuttum, at sæð í mun til støddina á teirra lítla reiðaríi, so er talan um eina risa verkætlan, sum teir persónliga hava sett heilt nógv av peningi í.

Nýggja ANRU er á beding hjá MEST inntil mitt í næstu viku, har skipið verður málað av nýggjum umframt at ymsar ábøtur verða gjørdar. Tá ANRU kemur av beding aftur, fer skipið fyrst og fremst norður til heimbygdina Hvannasund, og síðani verður farið beina leið til fiskiskap.

“Nú byrjar so eitt nýtt kapittul í okkara lítla reiðaríi”, siga Janus Rein og Gundur Sørensen til endans.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB