Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fyrra hálvár hjá Trygd merkt av nógvum skaðum

SKRIVAÐ: Trygd  |  09.10.2020 - 12:52 Tíðindaskriv Vinna

Fyrra hálvár hjá Trygd var merkt av stórum skaðaendurgjøldum í sambandi við illveður í fyrsta ársfjórðingi og avlýstar uttanlandsferðir orsakað av COVID-19. Viðskiftafólkini hjá Trygd fingu samanlagt góðar 50 mió. kr. í endurgjaldi í tíðarskeiðnum.

Gongdin við ársbyrjan var góð og merkt av øktum virksemi og hækkandi inntøkum. Úrslitið fyri fyrra hálvár gjørdist tó munandi verri enn upprunaliga væntað orsakað av ódnarveðrinum tíðliga í ár og støðuni viðvíkjandi COVID-19. Nærum 300 fráboðanir um skaðar kring alt landið vórðu viðgjørdar eftir illveðrið fyrst í mars. Farsóttin elvdi til sera nógvar fyrispurningar frá viðskiftafólkum í sambandi við avlýstar uttanlandsferðir, og hetta hevur havt sjáldsama stórt arbeiðstrýst við sær hjá Trygd. Samanlagt fingu viðskiftafólkini góðar 50 mió. kr. í endurgjaldi ársins fyrstu seks mánaðir.

“Hóast skaðar ongantíð eru hugaligir, so fegnast vit um at hava fingið høvi til at hjálpa viðskiftafólkunum í sambandi við stormskaðar og avlýstar uttanlandsferðir. Tað er júst tað, sum er kjarnin í okkara virksemi. Avlopið gjørdist munandi verri enn væntað, men vit eru eitt sterkt felag við góðum rakstri, og tí tola vit eitt bakkast,” sigur Brian Smedemark, stjóri í Trygd.

Nógvu stormskaðarnir og avlýstu uttanlandsferðirnar ávirkaðu eina annars góða gongd hjá felagnum. Skaðaprosentið fyri hálvárið var 77,6 %, sum er óvanliga høgt. Til samanberingar var skaðaprosentið sama tíðarskeið í fjør 60,5%.

Leiðslan væntar, at virksemið fer at roynast betur í seinna hálvári. Útlitini eru tó knýtt at stórari óvissu, av tí at tað er trupult at meta um, hvussu leingi og álvarsliga farsóttin fer at ávirka gongdina. Eisini kann illveður, sum er vanligt fyri vetrarhálvuna, hava stormskaðar við sær, ið ávirka úrslitið.

Lønarvøksturin í føroyska samfelagnum hevur verið 2-3 % seinastu árini, og av tí sama er tað vorðið dýrari at umvæla skaðar, ið koma á hús, bilar o.a. Árliga prístillagingin hjá Trygd hevur higartil verið 1 %, og sostatt er kostnaðurin fyri at umvæla skaðar hækkaður munandi skjótari enn árliga prístillagingin. Tískil er tørvur á at endurskoða lønsemið í tryggingunum, og í tí sambandi fer Trygd at hækka árligu prístillagingina upp í 2 %.

 

Hálvársroknskapurin í stuttum

-  Hálvársúrslitið áðrenn skatt var 0,2 mió. kr. samanborið við 7,3 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.
-  Hálvársúrslitið eftir skatt var 147.000 kr. samanborið við 6 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.
-  Tryggingartekniska úrslitið var 636.000 kr. samanborið við 7,5 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.
-  Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum hækkaðu við 5,5 mió. kr. samanborið við sama tíðarskeið í fjør og eru nú 80,9 mió. kr.
-  Skaðaendurgjøldini hækkaðu úr 36,7 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør til 50,6 mió. kr.
-  Bruttoskaðaprosentparturin var 77,6% samanborið við 60,5 % sama tíðarskeið í fjør.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB