Lýsing
Lýsing
Lýsing

- Vit skulu halda fram at knýta lokalsamfelag okkara saman

SKRIVAÐ: Jógvan Skorheim  |  10.10.2020 - 15:08 Kommunuval 2020 Politikkur Tíðindi

Seinastu árini er tað eydnast okkum sum býráð at seta í gongd fleiri týðandi íløgur, sum fara at knýta okkum enn meir saman og harvið gera okkum sum lokalsamfelag enn sterkari til at møta og bjóða framtíðini av.

Tað er ómetaliga spennandi og er ein stóru framíhjárættur sum borgarstjóri at sleppa at standa á odda fyri einum býráð, sum í løtuni er í ferð við at gera kommunu og lokalsamfelag okkara til eina enn sterkari eind.


Ítróttur og mentan knýta okkum saman
Orsøkin til, at vit her í Norðoyggjum hava eitt so sterkt lokalsamfelag, er okkara felags samleiki, sum ger, at vit megna – og elska – at standa saman sum landspartur.

Tað styrkir okkara samanhald, at vit hava nøkur felags virðir, sum vit standa saman um og stríðast fyri. Nøkur flaggskip, ið savna okkum saman til eina eind, tí tað er ein veruleiki, sum orðatakið sigur, at saman standa vit sterk, men syndraði falla vit.

Hetta hava vit sum býráð hesi seinastu árini sæð sum eitt av okkara felags høvuðsmálum at røkka, tí er tað so umráðandi, at vit sum lokalsamfelag verja og nøra um okkara samleika, ið verður bundin saman kring teir felagsskapir, sum vit hava í felag.

Her hevur ítrótturin og mentanin í einum lokalsamfelag ein sentralan leiklut, sum í okkara føri eru tey lokalu ítróttar- og mentanarfeløgini. Eitt livandi dømi um hetta, er tað sterka samanhaldið, sum vit beint í løtuni merkja okkara millum at standa saman um KÍ, sum í løtuni er í altjóða kapping, ið vit sum lokalsamfelag eru so errin av og glað fyri.


Ongantíð sum nú
Ongantíð sum nú er tað eydnast nøkrum býráð at fremja so stór og slóðbrótandi frambrot til frama fyri at gera Klaksvík til ein spennandi bý og Klaksvíkar kommunu til eina so áhugaverda kommunu at búgva, liva og virka í.

Hetta er sjón fyri søgn á fleiri ymiskum mótum, har eg eri ómetaliga takksamur fyri, at frambrot eru hend, tí hesi eru á ongan hátt komin av sær sjálvum. Nei, tey eru úrslit av beinhørðum arbeiði, sum byggir á eina miðvísa kommunuætlan, sum vit settu okkum, tá ið vit løgdu frá landi.

Úrslitini eru fleiri, og eg skal her bert stutt nevna nøkur teirra.


Nýggja rennibreytin
Frælsa ítróttin hevur seinastu árini veriðí vøkstri her í kommununi, ikki minst innan renning og rørslu, sum savnar og gleðir ein vaksandi hóp av borgarum okkara.

Nýggja rennibreytin, sum savnar hevur kravt sína tíð til at koma í gongd, men nú er arbeiðið komið væl áleiðis, soleiðis at vit nú hava sett okkum sum mál, at taka hana í brúk á Norðoyastevnu komandi summar.  

Harvið verða enn betri umstøður hjá teimum mongu rennarunum í kommununi, og væntast kann, at hon eisini fer at geva íblástur til enn fleiri at luttaka.


Føroya mest spenn­andi svimjihøll

Tað var áhugavert at hoyra í miðlunum um kanningina av, hvar í landinum fólk duga best at svimji, har tað varð staðfest, at Norðoyggjar liggja væl fyri í so máta.

Eingin ivi er um, at Klaksvíkar Svimjihøll eigur æruna av hesum, og tí hava vit sum býráð eisini lagt stóran dent á at víðarimenna og nútímansgera svimjihøllina, við fleiri átøkum, so hon í dag fevnir um heittvatnsumhvørvi, øku (skreiðibreyt) og ikki minst tann nýggja vælverudepilin, sum er tann einasti í landinum.

Menningin av Klaksvíkar Svimjihøll steðgar ikki er, men fer sjálvsagt at halda fram komandi árini.


Altjóða góðkent fótbóltsstadion
Eitt av seinastu frambrotunum innan ítróttarøkið er góð­kenningin av vøllinum við Djúpumýru til altjóða dystir, sum eisini er úrslit av drúgvum og miðvísum arbeiði og sera góðum samstarvi við bæði KÍ, Bláu Bylgjuna og FSF, sum allir partar geva sítt íkast til, at hetta er eydnast okkum.

Henda menning gongur hond í hond við tað rúkandi ítróttaligu menning, sum liðini hjá KÍ hava verið ógjøgnum hesi seinastu árini. Alt hongur saman, og vónandi fer henda mennin at standa við í komandi árum.


Samskipan av hallunum og fimleikarhøll
Á ítróttarøkinum hevur eisini verið arbeitt við at gagnnýta enn betur tær umstøður, sum longu eru í kommununi til ymsu ítróttarfeløgini. Hetta verður m.a. gjørt við at samskipa nýtsluna og útleiganina av øllum hallunum, sum frá í ár hava ein og sama samskipara.

Samstundis verður støðugt arbeitt fram ímóti, at vit eisini her í Klaksvík skulu fáa eina nútímans fimleikarhøll við øllum teimum hentleikum, sum ein slík skal hava. Henda íløga hevur bíðað eftir, at aðrar eru liðugtgjørdar, men nú fer at nærkast, at tað arbeiðið kann setast í gongd í komandi valskeiði.


Nýtt kappróðrarneyst
Tað allar nýggjast frambrotið at skapa betri karmar til ítróttina her í kommununi, er byggingin av nýggja kappróðrarneystinum, har arbeiðssáttmálar nú eru undirskrivaðir, og sjálvt arbeiðið byrjar í næstum.

Her vil eg takka hjartaliga fólkunum kring Klaksvíkar Róðrarfelag sum framúr gott og gevandi samstarv, samstundis sum eg vóni, at ítróttarligu avrikini fara at njóta gott av hesum nýggju kørmunum.


Nýtt mentanarhús
Eisini á mentanarøkinum hava vit her í Norðoyggjum saknað eitt savnandi stað, har vit kunnu møtast til felags mentanarligar upplivingar so sum tónleikaframførslur, sjónleikir, fyrilestrar, heiðranir, hátíðarhald o.s.fr.

Mentanarhúsið hevur staðið á nógvum ymsum tekningum í fleiri áratíggjur, men nú er tað ikki longur bert á tekniborðinum – nú er útgrivið og planerað, og stoypingin gongur við fullari ferð.

Hetta er einki minni enn eitt stórt frambrot, sum eisini er úrslit av tí góða samstarv og vilja til loysnir, sum avvarðandi partar hava víst, soleiðis at vit norðingar um eina tíð fara at fáa heilt nýggjar møguleikar fyri tiltøkum og framførslum her í okkara egna bý og heimstaði – tað verður spennandi.


Miðbýurin er nú veruleiki
Eisini sjálvur miðbýurin í Klaksvík hevur í áratíggjur verið einamest á tekniborðinum, men eisini har hava vit megnað at brotið múrin, sum forðaði fyri at koma frá tekningum til sjálva byggingina.

Í hesum farandi valskeiðnum stendur byggingin av Biskupstorgi, fyri meg sum borgarstjóra, eftir sum eitt tað tyngsta takið, vit  tóku, tí har vóru so nógvar forðingar og so nógvir atfinnarar. Men vit megnaðu tað, og tað kunnu vit sanniliga vera glað fyri og errin av.

Miðbýurin er nú veruleiki, tí nú er tann fyrsti bygningurin liðugt bygdur í sjálvum hjartanum av miðbýnum, og fleiri aðrar byggiverkætlanir eru ávegis.


Trivnaðarátøkini leggja lunnar undir enn einum hotelli
Ein av spennandi byggi­verkætlanunum í miðbýnum er byggingin av einum hotelli aftur at verandi Hotel Klaksvík.

Í mansaldrar hevur Hotel Klaksvík gjørt eitt megnar slóðbrótandi arbeiði á hesum øki her í lokalsamfelagnum og hevur verið við til at menna ferðavinnuna her í økinum, sum nú tekur so nógv dik á seg, at grundarlag er fyri enn einum hotelli í Klaksvík.

Ein onnur fortreyt fyri kundagrundarlagnum hjá bæði Hotel Klaksvík og komandi hotellinum eru tey miðvísu trivnaðarátøkini, sum býráðið hesi seinastu árini hevur framt í verki, harav eg her havi nevnt nøkur.

Eitt nú kann nevnast altjóða góðkenningin av stadion við Djúpumýru, sum framyvir kann verða karmur um fleiri altjóða dystir, bæði hjá KÍ-monnum og -kvinnum umframt hjá ymsum landsliðum.


Vinnan er grundarlagið undir øllum
Eg havi her nevnt nøkrum átøkum hjá Klaksvíkar býráð, sum hava og fara at menna Klaksvíkar kommunu og Norðoyggjar enn longur fram á leið, men samstundis er tað ómetaliga umráðandi hjá mær sum  borgarstjóra at undirstrika, at einki av hesum hevði verið møguligt, um vit ikki her í lokalsamfelagnum høvdu eitt so virkið og framfýsið vinnulív, ið vit eru so heppin at hava her.

Umframt at skapa útflutning, virðir, virksemi og hópin av arbeiðsplássum so hevur vinnan her í Norðoyggjum í áravís víst eina stóra ábyrgd yvir fyri samfelag okkara við at bakka upp um mong átøk og tørvir her í samfelagnum.

Tað er tí ógvuliga um­ráðandi, at vit sum býráð skapa best møguligar karmar og møguleikar, bæði til verandi og til komandi vinnuliga virksemið her í lokalsamfelagnum.

Hetta taka vit í býráðnum í størsta álvara, og seinastu árini eru eisini fleiri átøk gjørd til frama fyri vinnuligu menningina. Her kann eg nevna heimsins størstu smoltstøð og nýggjar karmar til virksemið hjá alivinnuni, eitt stórt nýtt ídnaðarøkið undir Hamri við Borðoyarvík, sum er í gerð, meirlendi til ymsar fyritøkur í býnum, sum økja um sítt virksemi.

Til seinast er eisini vert at nevna avtaluna, sum býráðið hevur gjørt við Landsverk um avlopsgrótið úr tunlunum norður um fjall, sum í rættiliga stóran mun fer at verða brúkt til eina víðkan av Norðhavnini norðureftir, burtur frá bygdum øki. Talan verður um hundraðtals metrar norðureftir – eitt sera stórt framstig fyri víðari menningina av vinnuliga virkseminum har.


Vit skulu halda fram

Eg havi her nevnt nakrar fáar av íløgunum, ið tað er eydnast okkum sum býráð at seta í gongd, og sum fara at knýta okkum enn meir saman og harvið gera okkum sum lokalsamfelag enn sterkari til at møta og bjóða framtíðini av.

Tað er ómetaliga spennandi og er ein stóru framíhjárættur sum borgarstjóri at sleppa at standa á odda fyri einum býráð, sum í løtuni er í ferð við at gera kommunu og lokalsamfelag okkara til eina enn sterkari eind.

Tað er mín inniliga vón at fáa møguleikan til at halda fram við hesum týdningarmikla arbeiði, til frama fyri menningina og trivnaðin í hesi fantastisku kommunu, sum vit í felag sleppa at vera partur av og arbeiða fyri.

 

Jógvan Skorheim
Borgarstjóri

Lýsing
Seinastu tíðindini
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár