Lýsing
Lýsing
Lýsing

Haldor Holm Cup 2020: Hallur Joensen vinnari

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.10.2020 - 02:44 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

30. útgáva av Haldor Holm Cup var hetta vikuskiftið

Undanfarin ár hevur kappingin verði skipa soleiðis, at fimm teir bestu frá frá F.M. Liðkappingini hava luttikið  í Haldor Holm Cup. Tá bleiv spælt um at hava hægsta miðaltal.

Kappingin var skipa ørðvísi  hesuferð. Við tað at hon í ár var skipað sum ein opin kapping. Tó at maks 24. spælarar høvdu møguleikan at luttaka.

Kappingin var hesuferð skipa soleiðis, at spælt var í innleiðandi og næsta umfarið best av 3. settum, har spælt var upp til 100 eygu. 3 umfarð var spælt best av 5. Hálvfinalan var spælt best av 7. Og finalan  bleiv spæld best av 9 settum.

Hetta vísti sg at verða ein øðrvísi Haldor Holm kapping, har spælarar sum vanliga ikki eru við heilt í toppinum, fingu møguleikan at kappast ímóti teimum bestu billardspælaranum.

Teir 4. spælararnir sum komu í hálvfinalurnar vóru Sonhard Johannesen ímóti Per Hansen. Og í hinari hálvfinaluni dystaðust Hallur Joensen ímóti Hans Jákup Kollsker.

Hálvfinalan millum Sonhard og Per  gjørdist ein sannur gýsari, har hin gamli billardveturanurin Sonhard dróg longra stráið, við at vinna 4-3. Í hinari hálvfinaluni vann Hallur trygt 4-0 á Hans Jákup.

Sostatt møttust teir báðir countryvinirnir Sonhard og Hallur úr Klaksvíkar Billardfelag í finaluni.

Settini í finaluni vóru sera tøtt. Teir skiftust um at vinna til støðan var 2-2. Men so hevði Hallur marginalarnar á sínari síðu og vann Haldor Holm Cup 2020. Hetta er 6. fer Hallur vinnur kappingina.

Kristian Suni Høgnesen og Henrik Petersen hava vunnið kappingina 7. ferðir.

Luttakarnir vóru á einum máli um, at hesin nýggji og ørvísi Haldor Holm Cup kappingarháttur var væl mótikin.

Hjartaliga til lukku til vinnaran Hallur Joensen av Haldor Holm Cup 2020.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik