Lýsing
Lýsing
Lýsing

Útbúgving til týðarar úr Føroyskum til onnur mál

SKRIVAÐ: Hanna Jensen, tingkona Framsókn  |  12.10.2020 - 08:00 Politikkur Tíðindaskriv

Týðing er ein heldur ósjónlig funktión, tó at týðing hevur alstóran týdning fyri eitt mál- og mentanarøki. Fyri føroyska málsamfelagið er eyðsæð, hvussu nógv bókmentir av øllum slagi leggja afturat, tá tær verða týddar til føroyskt. Tær fjølga og fjøltátta um úrvalið, sum fólkið her kann lesa – uttan mun til aldur og kyn - børn, ung, tilkomin og eldri.

Føroyskar bókmentir eru ómetaliga týdningarmiklar og okkara skrivandi fólk fremja regluliga brøgd, tá tey aftur og aftur geva út tilfar til gagns fyri útbúgvingar, føroyska málið og fyri mentan okkara sum heild.

Eins glað vit eru um stóru framleiðsluna á føroyskum, eins hugsavnað eiga vit at vera um, at marknaðurin, sum skal keypa og lesa tilfarið, er avmarkaður, og her kundu miðvís átøk verið gjørd at víðka um møguleikarnar at koma út um landoddarnar við føroyskum dygdartilfari og skapt betri vinnumøguleikar fyri okkara breiða skara av rithøvundum.

Undirvísing í føroyskum á lærdum stovnum í grannalondum og aðrastaðni er sera sjáldsom og minkandi. Tí eru heldur fá, sum fáa høvi at læra føroyskt, so tey kunnu týða okkara bókmentir til sítt móðurmál. Tí tað er ein sannroynd, at reglulig skeið í føroyskum máli fyri norðurlendingar ella útlendingar sum heild vekja áhuga fyri føroyskum bókmentum, máli og mentan og hava fyrr tryggjað okkum nakrar hollar týðarar. Summar av hesum, hevur FarLit kunnað nýtt í sínum arbeiði við at marknaðarføra føroyskar bókmentir uttanlands.

Mangt bendir á, at miðvís átøk eiga at verða gjørd fyri at tryggja, at fleiri útlendingar, sum virka ella ætla at virka sum týðarar, læra føroyskt. Avtalur kunnu verða gjørdar við útvald universitet í øðrum londum um regluliga at bjóða eitt minstamark av undirvísing í føroyskum máli. Men ein heilt munadygg loysn kundi verið at sett slíka málrættaða útbúgving á stovn í Føroyum, t.d. á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, sum kundi tryggjað, at hon varð fyrireikað soleiðis, at hon varð hildin, so at fólk kundu luttikið sum part av lestri í øðrum londum – sum skiftislesandi í styttri ella longri tíðarskeið. Ella sum lesandi á Fróðskaparsetri Føroya á júst slíkari útbúgving.

Saman við eini størri upphædd á fíggjarlógini til týðing, kundi eitt tílíkt átak gjørt heilt stóran mun fyri føroyskar rithøvundar og fyri føroyskt mál.

 

Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í útbúgvingar- og mentamálum eftir § 52a í Tingskipanini:

1) Er nakað fyrireikingaarbeiði gjørt fyri at seta í gongd útbúgving í føroyskum máli við týðing úr føroyskum fyri eyga?

2) Hvussu kundi ein týðaraútbúgving verið viðvíkjandi innihaldi, longd, og útbúgvingarstigi?  

    Og hvussu skuldi hon verið skipað og hvør skuldi havt ábyrgd av slíkari útbúgving?

3) Nær kundi ein tílík útbúgving farið í gongd, og hvør er væntaði kostnaðurin?

 

Á Føroya løgtingi, hin 9. oktober 2020

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…
JAMEN, VIT TJENA SO IKKI UPP Á HETTA HER…