Lýsing
Lýsing
Lýsing

Borgarstjórin stillar uppaftur

SKRIVAÐ: Norðoya Sjálvstýrisfelag  |  12.10.2020 - 12:24 Kommunuval 2020 Politikkur Tíðindaskriv

Býurin hevur verið ígjøgnum stórar broytingar seinastu árini, meðan Jógvan Skorheim hevur sitið sum borgarstjóri. Seinastu 8 árini er ein langur listi av avrikum, ið hava stóran týdning fyri einstaka borgaran, og samfelagið her norðuri sum heild.

Stórar verkætlanir mynda í løtuni býin, men umframt hetta er eisini ein ørgynna av smærri verkætlanum, ið tæna borgarunum í nærumhvørvinum. Eitt nú eru fleiri spælipláss dagførd, so tey kunnu bjóða eina spennandi uppliving.

Harafturat er tað munandi bíligari í dag at hava børn á stovni, enn fyri bert nøkrum árum síðan. Barnafamiljurnar verða raðfestar, og tað skulu tær framhaldandi vera, og tí hava vit ítøkiliga sagt sum flokkur, at vit vilja geva eitt frítíðarkort, áljóðandi kr 2.000, umframt.

- Sum flokkur, fara vit at seta fokus á 4 høvuðspunkt komandi 4 árini, sigur borgarstjórin, sum tó leggur eina við, at tað sjálvandi eisini verður fokus á annað.

 

Vinnumøguleikarnir skulu víðkast - Norðhavnin útbyggjast

- Við avtaluni, sum vit hava gjørt vegna býráðið, hava vit nú rættin til størsta partin av grótinum, sum kemur frá tunlunum norður um fjall. Avtalan ber við sær, at vit bæði fáa grótið og koyringina oman til bryggjukantin í Ánunum ókeypis.

- Hetta fer at geva okkum fantastiskar møguleikar at leingja Norðhavnina og gera stórt byggilendi til vinnuvirkir, sigur Jógvan Skorheim.

- Okkara mál verður, at vit fáa bygt 300 metrar afturat norðureftir við stórum upplandi, so vit veruliga kunnu bjóða okkum fram sum ein stór ídnaðarhavn.

 

Eldraøkið skal raðfestast enn hægri

- Vit hava hækkað støðið á eldratænastuni ítøkiliga, líka síðan økið bleiv yvirtikið, men hetta merkir ikki, at vit eru komin á mál.

- Vit skulu hava sum mál, at vit altíð hava fremstu eldratænastu í landinum, og hetta krevur meiri pengar, størri normering og fjølbroyttar tænastur til okkara eldru borgarar.

 

Framhaldandi fokus á liðugtgerð

Nógvar verkætlanir hava verið í gongd seinastu árini, og fyri hvørja ferð, vit taka eina av hesum í nýtslu, gleðist eg um, at vit eru komin á mál. Tað krevur fokus, og tað hava vit lagt okkum eftir í strembanini eftir at fáa eina spennandi og vakra kommunu.

Klaksvík er í eini fantastiskari støðu. Býurin og bygdirnar í kommununi spíla seg út, og vit mugu halda fram at menna og útbyggja – men vit skulu sanniliga eisini framhaldandi halda fokus á at gera verkætlanir lidnar.

Eg vil seta enn størri fokus á at fáa spennandi verkætlanirnar lidnar, raðfesta grønu økini, sniðgøtur og smærri ábøtur, so vit framhaldandi kunnu hava ein vakran bý og bygdir.

 

Fjølbroyttar bústaðarmøguleikar

Í góðum samstarvi við vinnufyritøkur, almennar myndugleikar og Bústaðir hava vit gjørt tað møguligt at fingið 65 nýggjar íbúðir seinastu árini. Harafturat er nýggj avtala júst kunngjørd, har møguligt verður at fáa 13 íbúðir afturat Undir Fossum, ið er eitt hugnaligt umhvørvi tætt við miðbýin.

Vit skulu halda fram at stuðla undir, so Klaksvíkar kommuna framhaldandi kann vaksa, bæði í Klaksvík og á smærru plássunum í kommununi.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund