Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gunnvá Tróndardóttir Joensen stillar upp til býráðsvalið í Klaksvíkar Kommunu

SKRIVAÐ: Norðoya Javnaðarfelag  |  12.10.2020 - 12:56 Kommunuval 2020 Politikkur Tíðindaskriv

Norðoya Javnaðarfelag fegnast um at kunngera sætta navnið á listanum til býráðsvalið, sum er Gunnvá Tróndardóttir Joensen.

Gunnvá er 38 ára gomul, gift sjómanni og eiga tey tríggjar gentur í aldrinum 6, 8 og 9 ár. Gunnvá hevur skrivstovuútbúgving innan fyrisiting, umframt eina AÚ innan samskifti og miðlan.

Gunnvá hevur annars arbeitt innan ymisk øki bæði undir og eftir útbúgving. Umframt fleiri ár á skrivstovu, hevur hon eisini arbeitt í kolonialhandlum í býnum, nógv ár á Sjómansheiminum, sum tað kallaðist tá, og ikki minst í Studio Pegasus við at gera útvarpssendingar fyri Útvarp Føroya, fyri at nevna okkurt úr rúgvuni.

Gunnvá stillaði fyrstu ferð upp til býráðsvalið í 2016. Eftir valið kom hon í stýrið fyri Umlættingarheimið Dáan at sita sum umboð fyri kommununa. Hon hevur síðani eisini stillað upp til Fólkatingsvalið og Løgtingsvalið í 2019, har hon í báðum førum fekk eitt virðiligt úrslit. Hon hevur sitið í nevndini í Norðoya Javnaðarfelag í nøkur ár, og situr í løtuni sum forkvinna í felagnum.

Gunnvá sigur soleiðis, um hvat hon m.a. vil arbeiða fyri:
“Eg vil, at vit skulu skapa góðar og rúmligar karmar, soleiðis at øll fáa umstøður til at trívast og blóma, har tey eru. Atkomumøguleikar er týdningarmikið fyri meg, og hetta var eisini eitt av mínum hjartamálum til seinasta býráðsval. Mentan skapar okkum sum fólk og menniskju, tí mentan er so nógv. Mentan er eisini at skapa karmar, ið gera, at tú trívist og mennist. Eg haldi, at býurin kann gerast meir barnavinarligur. At finna loysnir, soleiðis at øll kunnu ferðast trygt í ferðsluni, bæði tann bleyta og harða ferðslan, er alneyðugt. Vit mugu ansa eftir umhvørvinum og grønu økjunum, sum eru eftir, og ikki minst: at kommunan átekur sær at ganga undan í at fáa bygt bústaðir til bæði ung, støk, familjur, sum hesi hava ráð til at búgva í.”

Vit halda tað er gleðiligt, at Gunnvá er á listanum aftur hesaferð, og gleða okkum at arbeiða saman um at fáa ein sterkan lista C inn í býráðið at arbeiða fyri borgarar í kommununi.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund