Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tíðarhóskandi ljóðbókaskipan

SKRIVAÐ: Hanna Jensen, tingkona Framsókn  |  13.10.2020 - 08:20 Politikkur Tíðindaskriv

Nú farsóttin hevur elvt til, at mong hava verið í sóttarhaldi, at gerandisdagurin hjá føroyingum í stóran mun er merktur av umstøðunum, so er tað vorðið enn meiri greitt, at tørvurin á føroyskum ljóðbókum er ovurstórur, og at atkomuligheitin als ikki er tíðarhóskandi.

Frágreiðingin “Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019” hevði m.a. hesar niðurstøður:

• at játtanin er ov lítil í mun til tørvin á ljóðbókum og í mun til málið um at koma upp á at framleiða 25% av øllum bókum, ið koma út um árið, sum ljóðbøkur

• at ljóðbókaformatið (fløgur), sum verður nýtt í løtuni, ikki er tíðarhóskandi

• at føroyskar ljóðbøkur fáa harða kapping frá umfatandi útlendskum tilboðum um lætt atkomuligar ljóðbøkur

Harumframt eru m.a. avbjóðingar nevndar fyri fólk við serligum tørvi, at fáa atgongd til ljóðbøkur eins og um sáttmálaviðurskifti og avtalur, sum ljóðbókaskipanin skal byggja á.

Hendan frágreiðing hevur eisini 10 tilmæli, sum kunnu vegleiða landsstýrinum at menna hetta virkisøki. Tilmælið um at frítaka ljóðbøkur fyri mvg og harvið javnseta tær við prentaðar bøkur varð sett í verk í 2019.

Nú frálíka átakið “Føroyar lesa” er farið av bakkastokki, er tað eisini sera umráðandi, at vit fáa eina tíðarhóskandi ljóðbókaskipan, og at ljóðbókaskipanin fær betri rásarúm – bæði viðvíkjandi tøkni og í mun til, hvussu nógvar bøkur verða givnar út sum ljóðbøkur.

Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum við uttanríkis- og mentamálum Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS §52 a):

1. Verður arbeitt við eini tíðarhóskandi ljóðbókaskipan

2. Um, ja, hvussu langt áleiðis er verkætlanin komin, og nær væntast hon at vera tøk til borgaran at nýta?

3. Verða nóg nógvar føroyskar bøkur – bæði fagrar bókmentir, skúlabøkur og aðrar yrkisbókmentir - lisnar til ljóðbøkur?

 

Á Løgtingi 9. oktobur 2020

Hanna Jensen, tingkona 

Framsókn

Lýsing
Seinastu tíðindini
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni