Lýsing
Lýsing
Lýsing
Gott lag á monnunum eftir dystin. F.v. Josiah Lukama, Trygvi Hansen, Páll Heðin í Grund, Símun Hoydal Poulsen, Arthur Højgaard, Thorvald Danielsen, Steffan Rosenlund og Cristian Imhoff. Bjarki Vágstún og Ólavur Johannesen vænta á myndini | Mynd: Mjølnir

Mjølnir vann í tøttum dysti

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.10.2020 - 10:08 Ítrottur Tíðindi

Landskappingin í Mestaradeildini hjá monnum fór av bakkastokki ígjárkvølið. ÍF kom á vitjan og teir trýstu Mjølnir allan vegin. Mjølnir vann 3-2

Mjølnir løgdu betur út í fyrsta setti og vunnu ruddiliga. Men næstu tvey settini vann ÍF, serliga tað triðja varð vunnið greitt, so trýst kom á okkara menn. 

Men Mjølnir megnaði at javnað til 2-2 í settum eftir sera tætt spæl. Í fimta og seinasta setti vóru okkara menn ruddiliga omaná. 

ÍF hevur ment seg nógv í mun til í fjør og serliga serbiski kanturin var eyðsýndur og fer at roynast teimum væl í ár. Hann slær væl og er lívligur á vøllinum. 

Hjá Mjølnir var Páll Heðin í Grund aftur at síggja á blokkinum og kom hann væl frá uppgávuni. Páll hevur haft skaða í knænum, ið hevur hildið hann burtur frá flogbóltinum í tvey ár. Cristian Imhoff úr Argentina leikti sínar fyrstu minuttir fyri Mjølnir og hann stóð seg væl. 

Ein fínur dystur tá hugsað verður um at hetta var fyrsti landskappingardysturin í ár. Spælið fer óivað at gerast meira flótandi, sum frálíður. 

Mjølnir - ÍF (3-2), settúrslitini vóru: 25-16, 25-27, 21-25, 29-27 og 15-7

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024