Lýsing
Lýsing
Lýsing

Koronafrítt Jobmatch

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  15.10.2020 - 11:30 Tíðindaskriv

Jobmatch 2020 verður í ár flutt yvir á ein spennandi virtuellan pall, sum í stóran mun kann tað sama, og á ein hátt meira enn tann fysiski pallurin vit kenna til. Skipanin er roynd í øðrum londum, og fær góð ummæli frá bæði fyritøkum og lestrarstovnum.

Korona farsóttin hevur sett dagsskránna í mun til, hvussu vit kunnu ella ikki kunnu vera saman – eisini í Føroyum. Tó, so gevur hetta eisini høvið til nýhugsan at skapa tiltøk á ein øðrvísi og koronafríðan hátt.

Við at flyta tiltakið yvir á tann talgilda pallin, kunnu vit bæði røkka teimum, sum búgva og virka í Føroyum umframt tey, sum eitt nú sita hinumegin knøttin og ynskja at koma í samband við føroysku vinnuna. Hervið eru tað enn fleiri vitjandi, sum kunnu luttaka á Jobmatch og netverka við føroyska vinnugeiran.

Tann virtuelli pallurin er skipaður eins og tað fysiska tiltakið við básum við ymiskum sniði og samleikum, framløguhøli, forhøll og kunningardiski. Hvør luttakari kann leggja lýsing av felagnum, leys størv, verkætlanarevnir, filmar o.a. út á sín básavanga, sum tann vitjandi kann lesa, síggja og taka niður

JobPrát verður eisini á skránni í ár, tó í víðkaðum vavi enn undanfarin ár. Umframt at tað er møguligt hjá teim vitjandi at bíleggja JobPrát við luttakararnar, so fara luttakararnir í ár eisini at fáa høvið at bíleggja prát við tey vitjandi.  

Jobmatch 2020 verður sum vanligt millum jóla og nýggjar – í ár týsdagin 29. desember frá kl. 12-17.

Jobmatch verður stuðla av Tórshavnar kommunu og Bakkafrost. Í stýrsibólkinum sita umboð fyri Tórshavnar kommunu, Vinnuhúsið og MFS. Katrin I Gregersen, ráðgevi í Syntesa, er samskipari av Jobmatch. Hon er at hitta á 233081 ella á t-post katrin@syntesa.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!