Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bókaframløga í Rit&Rák: Drongurin, sum rópti so illa

SKRIVAÐ: Bókadeildin og Rit&Rák  |  15.10.2020 - 13:53 Mentan Tíðindaskriv

Leygardagin 17. oktober kl. 14 verður stór bókaframløga fyri alla familjuna í Rit & Rák. 

Hjalmar Didriksen Apol gevur sína fyrstu barnabók út, sum hevur heitið “Drongurin, sum rópti so illa”. Hjalmar hevur teknað myndirnar í bókini, sum er ein søga uttan tekst. Hetta er ein skemtilig søga, sum eisini fær lesaran at undrast og seta spurningar.  

Søgan snýr seg um drongin, sum rópar og rópar. Hann rópar, og øll hini halda fyri oyruni. Bráddliga fer høvdið á dronginum at vaksa, og hann sveimar burtur sum ein ballón. Hvar fer drongurin? Man hann nakrantíð koma heim aftur? Kom við dronginum, sum rópti so illa, á eina óvæntaða ferð. Á ferðini er ongin tekstur, tí søgan er í myndunum og í tínum egna hugflogi.

 

-        Kom og hoyr Danny Baldursson spæla síni bestu løg

-        Miriam Nolsøe Johannesen siga frá forvitnisligu søguni

-        Tekna saman við Hjalmari og fá eina flotta ballón

-        Far á skattaveiðu og ver við í lutakastinum um spennandi vinningar

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…