Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fríði B. Nielsen, Vinnu- og mentanarsamskipari Eystur kommuna, Jóhan Lamhauge, løgfrøðiligur ráðgevi Kommunufelagið, Hans Kári Vang, fíggjafulltrúi Kommunufelagið, Ingibjørg Odmarsdóttir Petersen, fulltrúi Mentamáladeildin Tórshavnar kommuna, (Sigurð Olason Vang, mentanarstjóri Tórshavnar kommuna hevði forfall), Noomi Káradóttir Rasmussen, trivnaðarsamskipari Sunda kommuna, Eyðun Christiansen, stjóri Kommunufelagið, John Færø, trivnaðarstjóri Klaksvíkar kommuna, Bárður Danielsen, trivnaðarfólk Sjóvar kommuna, Eirikur í Jákupsstovu, vinnu- og mentanarstjóri Klaksvíkar kommuna, Rønn Eliasen, mentanarleiðari Fuglafjarðar kommuna, Sølvi R. Hansen mentanarleiðari Runavíkar kommuna – Dávur Winther, mentanarleiðari Klaksvíkar kommuna tekur myndina | Mynd: Dávur Winther

Samstarv um mentanar- og trivnaðarøkið

SKRIVAÐ: Dávur Winther Myndir: Dávur Winther  |  15.10.2020 - 14:40 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tá ið Sigurð Ó. Vang varð settur sum mentanarstjóri í Tórshavnar kommunu, heitti Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvíkar kommunu, á hann og spurdi, um ikki hevði verið skilagott við netverksfundum, har vit kundu luta vitan og royndir okkara millum.

Tað var ikki hálvtalað orð, so var talan um alt miðøkið: Tórshavn, Sjóvar, Sunda, Runavíkar, Eystur, Fuglafjarðar og Klaksvíkar kommunu, sum hittast til kunnandi prát – einar fýra ferðir um árið.

Eisini verður vitjað hjá teimum ymsu kommununum fyri betur at kunna seta seg inni í tey ymsu viðurskiftini og síggja skipanir, hús, stovnar og virkir í verki.

Tá ið tað oftani er uppi at venda ymsar skipanir, sum landið hevur um hendi mótvegis kommununum, og eisini skipanir, landið og kommunurnar í felag umsita, varð hildið skilagott, at Kommunufelagið við teirra royndum samskipar hesar netverksfundir, ið so eisini hevur víst seg at verið gagnligt.

Í gjár var so avtalaður fundur at vera í Klaksvík, har vit hittust á KÍ-loftinum í KÍ-høllinum. Her hevði Dávur Winther, mentanarleiðari, eina framløgu um komandi metanarhúsið, sum verður í útbygda Posthúsinum, ið júst nú verður bygt. Her var gott at hoyra afturmeldingar frá Løkshøll og Mentanarhúsinum í Fuglafirði, sum stuðla undir tær ætlanir, lagdar eru fyri mentanarhúsið í Klaksvík, ið tó er nakað størri og annarleiðis, enn fyrr umrøddu.

Síðani sóu vit Bláaskýlið, sum er við at koma undir land, og haðani varð farið yvir í nýggja skúlan á Skúlatrøð, har eisini fundurin var hildin við fleiri ymiskum málum á skrá. Eitt nú greiddi Karin Kass, leiðari á Sjóndeplinum, frá verkætlanini "Føroyski talukennarin", ið er skipan, sum skal  gera talu til talgildan tekst og harvið hjálpa lesiveikum. Teirra ynski er, at kommunurnar stuðla hesi skipan.

Á middegi varð boðin ein betri biti á Nólsoyar Páls garðinum, sum Restaurant Fríða stóð fyri, og annars varð tikið samanum. Umsitingarfólkini frá hinum kommunum lótu væl at, at tað hendir nógv í Klaksvík, og at her vóru nógvar spennandi verkætlanir framdar og eisini enn í verki – eisini at samstarvið millum mentanar- trivnaðar- og vinnuøkið tykist vera avbera gott í Klaksvík, sum tey fegnaðust um.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund