Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eitt prýði fyri skúlan

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  15.10.2020 - 23:28 Mentan Tíðindi

Millum annað tað, segði Beinta Klakstein, býráðslimur í røðu síni í kvøld, tá ljósið á listaverki Edwards bleiv tendrað á Skúlanum á Skúlatrøð í kvøld. Røðan kann lesast her:

Gott kvøld góðu tit øll 

Hesa løtuna havi eg glett meg til. Og eg ivist ikki í, at tað eru fleiri av tykkum, sum eisini hava  glett tykkum.

Vit hava í rúma tíð kunna fylgt við, hvussu hesin parturin av Skúlatrøð so við og við hevur broytt skap og útsjónd. Kanska onkur hevur undrast á, hvat hetta er fyri nakað. Hvat merkir hetta og hvussu fer listaverkið at síggja út, tá tað verður liðugt. Tað fær okkum at undrast og forvitnast.

Í samband við fyrsta byggistig av hesi verkætlan, bleiv ein bólkur settur at taka sær av listprýðinum.

Hesi vóru umframt meg sjálva:

Edvard Fuglø. Listamaður,

Vagn Foldbo, Skúlastjóri

Eyðbjørn Jacobsen, Læraraumboð

Mildrið Á Lógv, umboð fyri Skúlastýri

Svend Sivertsen, arkitektur hjá Fuglark

Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini

Tonja Sonharsdóttir, toymisleiðari fyri Børn og Ung

Og John Færø, trivnaðarstjóri

Tað er Edvard Fuglø sum er listamaðurin aftanfyri hetta stóra listaverki, sum ikki bert kemur at vera eitt  prýði fyri skúlan, men fyri allan býin. Eg vil ikki fara nærri inn á sjálvt listaverkið, tí tað skal Edvard sjálvur sleppa at greiða frá. 

Hjartaliga tillukku til tín Edvard og okkum øll við hesum týdningarmikla listaverki, sum uttan iva kemur at vera ein varði í føroyskari listasøgu og í okkara kommunu. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað