Lýsing
Lýsing
So gekk tað ikki longur. Coronasmittan er komin aftur til Norðoyggjar. | Mynd: Corona.fo við landslæknanum sum keldu.

Corona er aftur í Norðoyggjum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.10.2020 - 09:37 Tíðindi

Hagtølini hjá Landslæknaembætinum eru nú dagførd, og eins og vit stúrdu fyri í gjárkvøldið, er ein tilburður í Norðoyggjum. Higartil er talan einans um tann eina tilburðin, men tá smittuuppsporingin fer í gongd, fáa vit at síggja, um fleiri koma undan kavi, ella vit aftur sleppa við skrekkinum, skilt á tann hátt, at smittan ikki spjaðir seg. Tað kann bert tíðin vísa.

Í gjárkvøldið skrivaðu vit her á Norðlýsinum, at møguleiki var fyri, at Covid-19 var komið aftur til Klaksvíkar. Vit settu okkum í samband við landslæknan, Lars Fodgaard Møller, sum sjálvandi ikki kundi úttala seg um ítøkilig tilfeldi, men sum segði, at hann ikki kundi avsanna, at ein tilburður var staðfestur í Norðoyggjum. Vit vórðu noydd at bíða eftir hagtølunum. Nú eru tey so komin, og tey vísa, at ein norðoyingur er smittaður.

Tað ber ikki til at fáa váttað ella avsannað, at talan er um tann sama persónin, ið var í Jacqson seinasta vikuskifti, men møguleikin er har. Landslæknin fer tó sjálvsagt at gera neyðugu smittuuppsporingina, og tá kunnu fólk, ið vóru sama stað somu tíð sum hesin smittaði, verða kontaktað og fáa boð um, hvussu tey skulu bera seg at.

Norðoyggjar hava annars verið hepnar í hesi seinnu bylgjuni av Corona. Bert 3 tilburðir hava verið síðani 1. juli í ár, og seinastu 14 dagarnir hevur als ongin tilburður verið – fyrrenn nú. Hetta er sostatt tann fjórði tilburðurin síðani 2020 kom í helvt mánaðarskiftið juni-juli. Tilsamans hava 50 tilburðir verið í Norðoyggjum í ár. Av teimum vóru 45 áðrenn 1. juli, svarandi til 90%.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Núpur landar fríggjamorgunin
Like-mentanin, nertingarótti og kommunuv…
Stuðuls­tiltak í kappróðrarneystinum
Betri Trygging spílar seg út við nýggjum…
Vallistin til eldraráðið 10. november 20…
Skal vera trygt og virðiligt at eldast í…
FM-seyða­hundakapping á Vatnaskørðum
Stuðul til sjúkrarøktar­frøð­ingar frá Kom…
Allan Mørkøre skal menna hoyvíkingar kom…
B36 knógvaði sigurin heim í kvøld
KÍ vann stigini í Sarpugerði
Sálarlig heilsa skal uppraðfestast
Team Klaksvík fær vitjan av Neistanum hó…
Heimsins fyrsta marknaðarførings­skipan t…
Leirkerið við nýggjari bók – „Styrki í s…
Minningarhald teirra sjólátnu í Svínoy
Heyst á Áarstovu
Fyrstu valplakatir­nar komnar upp
Amerikanski admiralu­rin Robert Burke á v…
Morgunsangur á Klaksvíkar Sjúkra­húsi