Lýsing
Lýsing

Taka útlendskar spekulantar fram um føroyskar sjúkrarøktarfrøðingar

SKRIVAÐ: Árni Dahl  |  16.10.2020 - 13:35 Lesarabrøv Politikkur

Tað er ræðandi at síggja, hvussu samgongan millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin raðfestir.

Hetta er galdandi yvirhøvur, men serliga grefligt er hetta,  nú okkara sjúkrarøktar-frøðingar verða tvingaðir út í eitt verkfall, sum teir at vísa seg neyvan vilja enda í.

Tá ið krúnukrímið gjørdi innrás her, var eingin endi á, hvussu øll politiska skipanin rósti sjúkrahússtarvsfólkum, sum veruliga stóðu í andgletti frá fyrstu løtu. Og í andgletti standa tey enn.

Og hetta rós áttu tey uppiborið.

Men rós ger ongan ríkan.

Hetta var um somu tíð, sum samgongan tók av fiskivinnunýskipanina og lóggav milliónaupphæddir – ja, taka vit alt  tólv ára skeiðið,  yvir eina milliard – niður í lummarnar á nøkrum fáum reiðarum. Og øll vita, at aftan fyri nakrar teirra standa sterkir hollendskir og íslendskir spekulantar.

Ljótari gjørdist leikurin, tá ið staðfestast kundi, at onkrir samgongutingmenn beinleiðis vóru tongdir at reiðaríunum, ið fingu stóra gávupakkan.

Stívliga 1.000.000.000 krónur.

Ja, havið í huga, at ein milliard er túsund milliónir.

Hvussu nógvar milliónir skulu á borðið til at fáa semju í lag millum fíggjarmálaráðið og sjúkrarøktarfrøðingarnar, veit eg ikki – men tær munnu ikki vera nógvar, kanska tvær – ella tríggjar?

Fólkaflokkurin setir kósina.

Sambandsflokkurin sleppur at halda um stýrisvøl – væl at merkja um hann heldur kósina, sum svarti afturhaldsflokkurin hevur sett.

Og Miðflokkurin, sum sigur seg byggja á kristin virði,  er at vísa seg nøgdur, fær hann lagt fótonglar fyri tey, sum lógarliga hava veikastu verjuna – tey samkyndu.

Soleiðis er í landi okkara í 2020.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Á seturskúla sunnast í Føroyum
Vestur­heimu­rin er okkara stavnhald
200.000 krónur til Team Rynkeby Føroyar
Johild Johannesen 75 ár
Størsti heimasigur hjá KÍ móti B36 í 50…
Svenskur styrkur á KÍ-beinkinum
Myndarøð og dystarfrásøgn: KÍ vann óvanl…
Upptakt: KÍ-B36
SNP ein sess frá reinum meiriluta, men v…
Nevndin í Heilsurøktara­felag­num hevur sk…
Sundabátu­rin og Fípan Fagra vunnu ódnart…
Norðoya Sambands­felag hevur havt aðalfun…
Parkinson­felagið skipar fyri almennum fu…
Tey rigga til FM Hálvmaraton
Ferðslan í tunlunum norður um fjall stór…
Klaksvíkar Søga 3 - video
Sjúrðarberg siglir heim við fullari last
Virkið vár
Farna árið hjá Smyril Line
James Blunt aftur útsett!