Lýsing
Lýsing
Lýsing

Betri og fjølbroyttari bústaðarmøguleikar

SKRIVAÐ: Terja Ósá Sivertsen, Valevni fyri javnaðarflokkin  |  20.10.2020 - 08:57 Kommunuval 2020 Politikkur

Bústaðartrupulleikin í Klaksvík er vaksin sera nógv seinnu árini. Alsamt fleiri leita sær eftir bústaði, og fleiri finna einki ella enda við at gjalda ovurhonds høgan prís.

Hetta má broytast!

 

Vanligar leiguíbúðir í Klaksvík:

Av tí, at eftirspurningurin er so stórur, so kemur tað fyri, at fólk verða noydd at rýma úr Klaksvík ella gjalda meir fyri tak yvir høvdið enn tey í veruleikanum hava ráð til.

Kommunan hevur ikki heimild til at byggja bústaðir til vanliga borgaran, men tó kann kommunan samarbeiða við Bústaðir og á tann hátt fáa vanligar leiguíbúðir bygdar. Eg vil meta, at tørvurin er so mikið átrokandi, at eg vil arbeiða fyri, at hetta samstarv kemur í lag sum skjótast.

Íbúðirnar noyðast ikki at vera luksusíbúðir, sum borgarin skal gjalda ovurhonds høgan prís fyri. Hetta skulu vera væl gjørdar og fjølbroyttar íbúðir, sum skulu klára at rúma einstaklingum, pørum, smáum og stórum familjum fyri sámuligan prís.

 

Eldraíbúðir til 60+:

Kommunan hevur heimild til at byggja eldraíbúðir.

Eldri fólk skulu hava møguleika at búseta seg í eini minni íbúð, um tey ynskja tað, har prísurin skal rúma einum, sum livir av eftirløn.

Tað er ein fyrimunur, bæði fyri tey eldru og tey ungu, at byggja eldraíbúðir:

Tað er ymiskt, hvussu okkara eldru borgarar eru fyri, so bústaðurin skal vera bygdur við øllum hentleikum, sum tey møguliga kunnu fáa tørv á.

Hetta gevur borgaranum møguleika at selja síni egnu hús, og á tann hátt verður útboðið av bústøðum økt.

Alt hetta hevur skund at fáa framt í Klaksvík. Skjótt verður koyrandi kring alt landið. Og bústaðartrupulleikin í Klaksvík skal ikki vera orsøkin til, at fólk velja at venda sær aðrastaðni í Føroyum at búgva.

Vit øll skulu kunna kalla Klaksvíkina okkara heim.

 

Terja Ósá Sivertsen

Valevni fyri javnaðarflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…