Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ bjargaði sær sera týdningarmikið stig í yvirtíðini

SKRIVAÐ: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  21.10.2020 - 21:09 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

KÍ hevði sera trupult við at finna loysnir til at lata B36-verjuna upp í seinna hálvleiki, men í yvirtíðini bragdaði. Eitt týdningarmikið stig í hørðu kappingini um 2. plássið.

KÍ var greitt betra liðið í fyrra hálvleiki. B36 hevur síðstu dystirnar valt at liggja langt afturi á vøllinum móti KÍ í stórum pørtum av dystunum við góðum úrsliti. Hóast greiða yvirvág, so bleiv tað sum oftast bara til málroyndir uttanfyri brotssteigin. 0-0 var hálvleiksstøðan.

Í seinna hálvleiki broyttist leikgongdin nakað og B36 kom betri við. B36 kom á odda við frálíkum frísparki frá Stefan Radosavljevic eftir, at hesin hevði sett Odmar Færø av, sum mátti gera fríspark. Eftir hetta royndi KÍ at trýsta, men hugflogið kundi verið betri. Erling Dávidsson og Sonni Ragnar Nattestad vístu stórspæl og ruddaðu nærum alt burtur. KÍ hevði sera torført við at spæla seg til stórar málmøguleikar. Tá so øll hildu, at B36 var at vinna allar tríggjar dystirnar móti KÍ, ið ikki er hent síðani 2011, so var tað Odmar Færø, sum gjørdi skaðan góðan aftur. 1-1 gjørdist úrslitið.

At KÍ fekk útjavnandi málið kann vísa seg at fáa stóran týdning í hørðu kappingini við NSÍ og B36 um 2. plássið, sum gevur Europa Conference League pláss. Í hesi kappingini hevur KÍ í løtuni bestu kortini í hondunum, men øll trý liðini hava nakrar torførar dystir eftir, har B36 á pappírinum hevur lættastu skránna.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið