Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroya Bjór ber kyndilin í oddinum!

SKRIVAÐ: Frímund Hansen  |  25.10.2020 - 20:00 Kommunuval 2020 Politikkur

Hvat eru tit kend fyri. Hvat havast tit at. Hvørji vørumerki hava tit at vísa á, eru spurningar sum tann frammandi setur. Vit hava nógv í Klaksvík sum vit eru stolt av. Stóru reiðaríðini. Christianskirkjan. Betesda, KÍ, Summarfestivalurin, Sjómannadagarnir, Sparikassan, Roykstovan, útróðurin og annað mangt. Men einki er sum Føroya Bjór tá tað snýr seg um vørumerki úr Klaksvík.

Vit eru so óalmindiliga stolt av hesum gamla, sikkurt tí elsta framleiðsluvirki í Føroyum, stovnsett í 1888 og still going strong. At hava liva so leingi og hava bógva so nógvar stormar gjøgnum tíðirnar, sigur nakað um seiggi og nærlagni í hesum fólkunum sum mynda hetta megnar virki.

Nógv eru tey sum gjøgnum tíðirnar hava havt sítt lívsstarv at hesum virki. Nógv av teimun vita ikki um annað arbeiði. Byrjaðu har sum ung og góvust har sum pensjónistar. Stabilt nógv fólk í arbeiði og ein sannur sabbur sum helt tá ið harðast leikaði á búskaparliga.

Og tað kemur ikki av ongum.  Uttan eina góða vøru og nærlagni í framleiðsluni so bar ikki til. Og er tað nakað sum Føroya Bjór er kent fyri so er tað nærlagni. Man veit havt ið man fær. Hvergang! Og nógvar  eru medajurnar sum virkið hevur vunnið gjøgnum tíðirnar og tað prógvar bara tað sama.

Nú veit eg av góðum grundum ikki hvørjar framtíðarætlanir leiðslan í Føroya Bjór hevur um útbyggingar, men eg eri glaður fyri at Føroya Bjór liggur akkurát har sum tað liggur. Í hjartanum av Klaksvík. Í sambandi við miðbýin eigur at havast í mentu at Føroya Bjór skal hava pláss í samband við møguliga útbygging , útviklingi og menning.

Við Klaksvíkskvøðu

Frímund Hansen
Um Eiði 8
Svínoy

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Team Klaksvík spældi javnleik í Kollafir…
Føroyska U21-landsliðið spælir komandi h…
Fólka­heilsustýrið verður veruleiki á nýg…
Koronupassið endaliga góðkent og klárt a…
1.deild hjá KÍ er best eftir summarsteðg…
Fundur um parkinson á Segllofti­num á Tvø…
1.deild hjá KÍ spælir avgerandi dyst ley…
Seks leikarar vunnu steypakapping­ina fjó…
KÍ vann fyrsta steypið
Mjølnir vann fyrsta dystin
Epli og kjøt av Sandi
Rudda Føroyar
Groundhog day (USA)
Bárður Jákupsson í Gamla Seglhúsinum
Veðrið um vikuskiftið
U17-liðið hjá KÍ spælir steypafinalu í k…
Norðlýsið á gøtuni
Silvur­brúdleyp - Elisabeth og Sigmundur
Málmansvenja­rin er komin uppá pláss hjá…
Kom bara inn!