Lýsing
Lýsing
Lýsing

Latið sjampanjupropparnar bresta!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.10.2020 - 11:30 Leiðarin Mentan Vinna

Ein at síggja til púra vanligur munnligur fyrispurningur á tingi. Jóhannis Joensen átti spurningin, og hann var til Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharra, og snúði seg um samferðsluna. Men tey, ið fylgdu við í tingvarpinum, hava neyvan kunnað konsentrerað seg um restina av spurninginum og svaranunum, tá fíggjarmálaráðharrin kunngjørdi, at um stutta tíð verður tað ókeypis at koyra ígjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin!

Tað var annars longu í fjør heyst, tá samgonguskjalið varð undirskrivað, at nýggja samgongan lovaði at avtaka bummgjaldið í undirsjóvartunlunum báðum. Men tað hevur gingið striltið at halda tað lyftið, og nú er meira enn eitt ár fráliðið. Fólk vóru farin at fáa illgruna um lyftisbrot. Tí kom tað sum snarljós av nærum klárum himli, tá Jørgen Niclasen sló fast, at bummgjøldini fara bert at halda fram í stutta tíð afturat.

Ítøkiliga grundgevingin var, at nú lánsgjøldini í tunlunum eru útgoldin, gevur tað ikki meining at halda áfram at krevja gjøldini ikki longur. Tann parturin av løgukostnaðinum, ið er eftir, er longu goldin av skattgjaldaranum, og tað er ikki meiningsfult, at somu skattgjaldarar skulu gjalda tað, sum longu er goldið eina ferð við skatti, eina ferð afturat við bummgjøldum.

So kann ein siga, at ein 20-króna gjøgnum tunnilin ger ikki so stóran mun at skula gjalda. Og tað er rætt, at EIN tjúgukróna ikki ger stóran mun. Men her mugu vit hava í huga, at fyri pendlarar er talan um hundraðtals túrar og harvið túsundtals krónur á hvørjum ári.

Tann so nógv størsti vinnarin av hesum verður tó vinnulívið. Teirra tungu akfør gjalda fleiri ferðir meira enn persónbilarnir, og teir hava tørv á at koyra sína vøru og frakt ígjøgnum heilt ofta. Fyri fyritøkurnar, sum liggja “skeivu” megin tunlarnar, tað vil siga Vága- og Norðoyamegin, hava tunnilsgjøldini verið ein sera rakstrartungur útreiðslupostur øll árini. Við hesum verður vinnulívið, ið hevur flutning við lastbilum, trailarum og líknandi, javnsett við vinnulívið í Streymoynni og Eysturoynni, og tað er eitt risa-framstig.

Fíggjarmálaráðharrin nevndi eisini í svarinum uppá fyrispurningin, at í avtaluni um Eysturoyartunnilin stendur tað svart upp á hvítt, at tá tunnilin er útgoldin, verður hann ókeypis at brúka. Tað hevði tí ikki givið meining at stillað norðoyingar og vágafólk øðrvísi. At tað er skrivað so greitt í avtaluna er uttan iva gjørt av tí, at man ikki vildi koma í somu støðu sum við Norðoya- og Vágatunlinum, har tað ikki stendur nóg greitt, at bummgjøldini skulu halda uppat, tá tunlarnir eru goldnir.

Tað er ikki heilt greitt, júst nær givist verður við at krevja inn fyri at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar. Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, segði, at fyrst var neyðugt at gera nakrar íløgur, og tá tær eru gjørdar, verður “frí passasja”. Jørgen Niclasen undirstrikaði, at hann meinti tað, við at siga, at tað var meiningsleyst, at teir báðir lidnu undirsjóvartunlarnir skuldu vera “cash-maskinur” hjá landinum.

Seinni í ár letur Eysturoyartunnilin upp, og tann 10. desember hevur Vágatunnilin føðingardag. Eitt varisligt boð uppá, nær koyrandi verður fyri ókeypis ferðslu, kundi verið leygardagin tann 12. desember, ið tá kann gerast tunnilsdagurin, sum ongantíð endaði!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð