Lýsing
Lýsing
Lýsing

Barna- og familjubýurin – Klaksvík!

SKRIVAÐ: Anfinn Hansen  |  26.10.2020 - 12:30 Kommunuval 2020 Politikkur

Klaksvíkstekki skal styrkjast, soleiðis at barnafamiljur velja Klaksvík sum sín heimstað! Í Klaksvík skal verða rúmshátt hjá øllum borgarum - frá teimum yngstu til tey elstu!

Fjøltáttaðir bústaðarmøguleikar skulu finnast, so barnafamiljur kunnu fáa bústað í Klaksvík fyri ein rímuligan kostnað.

Eg fari at arbeiða fyri, at kommunan stendur á odda fyri, at bústaðartrýstið í kommununi kann lættast. Kommunan skal byggja bústaðir til eldri borgarar 60+, hervið verður lættað um bústaðartrýstið. Tey eldru hava tá møguleika at ogna sær nýggjan viðlíkahaldsfríðan og meiri hóskandi bústað. Tað ger, at munandi størri partur av verandi sethúsunum í Klaksvík, verða tøk hjá barnafamiljum.

Somuleiðis skal kommunan tryggja, at tøk grundstykkir eru til tey, ið ætla at byggja nýtt.

Dagstovnaøkið skal raðfestast hægri við fleiri dagstovnaplássum, eg fari eisini at arbeiða fyri, at nomeringin á dagstovnaøkinum verður uppraðfest, og ein miðvís ætlan verður gjørd saman við dagstovnaøkinum, sum skal tryggja enn betri menning og heilsu hjá børnunum.

Børnini í Klaksvíkar kommunu skulu errin og við sjálvsáliti siga, at tey eru uppvaksin í heimsins besta barnabýi, børnini eru framtíðin og dýrabarasta tilfeingið vit eiga.

Spæl og spælipláss eru rørslu-, trivnaðar-, savningar- og menningarstøð fyri børnini og familjuna, tískil er at gleðast um, at fleiri av spæluplássunum longu eru umvæld og dagførd.

Men uttandura spæliplássini í kommununi, skulu gerast liðug og betri enn áður, tey skulu verða ein uppliving fyri alla familjuna við plantaðum og vøkstri av ymsum slagi, og nýtímans spæli- og klatriútgerð, bleytum undirlagi, ið hóskar til slík spælistøð og við upphaldsstøðum fyri familjuna.

Anfinn Hansen
Valevni fyri Norðoya Tjóðveldisfelag

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB