Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nøkur orð til minnis um Páll í Svínoy

SKRIVAÐ: Jákup  |  26.10.2020 - 11:21 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Leygardagin 27. juni í ár fekk eg deyðsboðini av Páll Sjúrður Hansen ella Páll í Svinoy, sum vit ofta nevndu hann. Boðini komu ikki óvart á, tí seinastu tíðina stríddist hann við herviliga lungnasjúku, sum gjørdi, at hann maktaðist burtur í nærum onki.

Páll var fleiri ferðir innlagdur á sjúkrahús seinastu árini hann livdi, bæði í Føroyum og í útlandinum. Nakrar dagar áðrenn hann doyði, ringdi hann til mín av Landssjúkrahúsinum. Eg spurdi beinanvegin, hvussu hann livdi, og honum so líkt sendi hann mær spurningin aftur og spurdi: “Hvussu hevur tú tað”? Hann gramdi seg ikki, hóast hann visti, at lívið fjaraði burtur.

Páll vaks upp úti í Svínoy, har hann varð føddur í 1942, og hann bar stóran alsk til bygdina, hóast hann flutti haðani í ungum árum. Hann var tann mittasti av trimum synum hjá Hans Dávid og Sofíu, sum varð kallað Fía í Tonganum. Elstur var Ólavur, síðan kom Páll og yngstur var Heindrikur. Teir eru allir deyðir.

Páll hevði góðan hug til bókina, og tí fór hann á preliminerskúla í Havn, haðani hann tók prógv í 1959. Eftir tað tók hann studentsprógv í 1962. Í Havn búði hann hjá farbróðrinum Esmari Hansen, sum var kendur heilsølumaður. Har hevði hann tað gott, og har møtti hann navnframum rithøvundum sum t.d. William Heinesen og Janus Djurhuus, sum ofta komu á gátt hjá Esmari. Páll var góður verskapsmaður, og Hanus Kamban hevur í eini útvarpssending greitt frá, at onkuntíð vórðu hann og aðrir floksfelagar bodnir til veitslu heima hjá Páll, tá Esmar var burturstaddur í arbeiðsørindum.

Eftir lokið studentsprógv fór Páll til Danmarkar at lesa læknavísindi á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Har búði hann á “Regensen” ella á Garði, sum føroyingar ofta nevndu hetta næmingaheimið mitt í býnum. Har búðu aðrir navnframir føroyingar sum t.d. Anfinnur í Skála, Rolf Guttesen og Hans Jabob Debes, sum Páll kendi væl frá skúlaárunum í Havn. Vinarlagið millum Páll og Hans Jacob vardi alt lívið, líka til Hans Jacob doyði í 2003. Hetta vinarlagið var nakað serligt, tí Páll nevndi ofta, hvussu nógv hann saknaði Hans Jacob, eftir at hann var deyður. Páll og Inger høvdu nógv onnur og góð vinfólk, og sum dømi kann eg nevna Petur Andreassen, Jákup Waagstein og Viggo í Kvívík.

Í Danmark hitti Páll Inger, sum hann seinni giftist við. Tey bæði fingu synirnar Morten, Henrik og Jacob, sum allir búgva í útlandinum, men sum javnan vitjaðu pápan í Vestmanna. Páll og Inger vóru javngomul – bæði fødd í 1942 – og tað tók dygt hjá Páll, tá Inger doyði í 2013.

Eftir at hava lokið prógv í læknavísindi arbeiddi Páll sum lækni í Danmark, og frá 1973 til 1988 búði familjan í Næstved. Tá tey vóru flutt aftur til Føroya í 1988, búðu tey eitt stutt skifti í Miðvági, har Páll var virkandi vikarur fyri vinmannin Georg Egholm. Seinni í 1988 tók Páll við starvinum sum fastur kommunulækni í Vestmanna. Her fluttu tey inn í læknahúsini á Gerðisheyggi, har tey búðu í nógv ár. Seinni keyptu tey grannahúsini norðanfyri, sum høvdu eina tað bestu útsiktina í bygdini.

Eg kom at kenna Inger og Páll stutt eftir, at eg varð settur í starv á Fiskivinnuskúlanum í 1989. Tey fyrstu árini hitti eg oftast Páll í læknaørindum, men seinni kom eg eisini ofta á gátt hjá teimum heima við hús. Eg fann skjótt útav, at Páll var ein maður, sum ikki gjørdi mun á “Kong Salomon og Jørgen Hattemager”, sum hann sjálvur plagdi at taka til. Hann var altíð blíður og fyrikomandi, óansæð um eg hitti hann í arbeiðstíð ella aftaná, og hann var altíð góður í ráðum.

Í Vestmanna varð Páll  nógv avhildin sum lækni, tey nógvu árini, hann starvaðist her, og hann gav sær altíð góðar stundir til einstaka sjúklingin. Ofta tók hann onkra bók niður av hillini í læknaviðtaluni, tá hann við myndum greiddi sjúklinginum frá um onkra torgreidda sjúku. Eftir at Páll var givin sum fastur lækni, arbeiddi hann ofta sum avloysari í læknaviðtaluni. Tá segðist, at fleiri vestmenningar bíðaðu við at fara til læknan, til tey vistu, at Páll var aftur til arbeiðis, um sjúkan ikki var bráðfeingis.

Eg fari við hesum orðum at minnast læknan og vinmannin Páll Sjúrður Hansen við takksemi og virðing.

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…