Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tyrluvenjing

SKRIVAÐ: Tekstur & myndir: Oliver Joensen  |  26.10.2020 - 16:39 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Venjing var á Borðoyavík seinnapartin í dag. Tyrlan hjá Atlantic tók fólk úr tveimum flokkum hjá Sjónámi upp úr einum báti – íalt vórðu 25 fólk tikin upp.

Hetta er ein venjing, sum Sjónám og tyrludeildin hjá Atlantic gera við jøvnum millumbili. Tey seinnu árini hava næstan allir flokkar á Sjónámi fingið møguleikan at vera við í einari slíkari venjing.

Viðhvørt verða vit tikin beint upp úr sjónum ella úr einum gummibáti. Í dag var tað so úr einum báti, sum lá stillur, siga tey á Sjónámi í viðtali í áðni.

 - Venjingin er altíð góð. Teir sum lesa til skipara hjá okkum ella skipsatstøðara sleppa at royna seg, og hetta er ógvuliga góður lærdómur, leggja tey afturat. Eisini tey, sum hava valt sjóvinnubreyt á Skúlatrøð, hava verið við til eina slíka roynd.

Vit hjálpa eisini tyrludeildini viðhvørt, tá ið tey hava brúk fyri einari venjing. Samstarvið við tyrludeildina hevur altíð verið gott, siga tey á Sjónámi at enda og takka hjartaliga fyri ógvuliga gott og gevandi samstarv.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB