Lýsing
Lýsing

Klaksvík á vinnara kós

SKRIVAÐ: Óli M. Lassen  |  27.10.2020 - 09:19 Kommunuval 2020 Politikkur

Tað eru ikki nógvar kommunur við 5.000 íbúgvum sum eru so heldugar at hava ein bý sum hevur allar teir hentleikar sum sjálvt stórbýir hava, tí mugu vit eisini síggja alt tað positiva tá vit tosa um okkara bý og kommunu. Sjálvt um vit halda, at nógv kundi verið gjørt betri og skjótari, so eru tað at fegnast um, at vit hava eitt sera virkið vinnulív og nógv støð har tey ið her búgva kunnu hugna sær, matstovur, ítróttarhallir, biograf, svimjihøll og wellness, eitt ríkt mentunarlív og góðar tænastur til børn og ung og fantastiskar náttúruupplivingar.

Tað verður alsamt fríðka og tilboðini økjast sum árini ganga. Um stutta tíð hava vit eitt nýtt handilssentur í miðbýnum. Vit hava fingið nýggjan skúla og skjótt eisini eitt nógv útbygt stadionøkið. Fyri framman standa rørsluhøll, skjótibreyt, húsarhaldsskúli, kappróðrarneyst, mentunarhús og fimleikahøll. Vinnuligar útbyggingar í Norðhavnini og undir Hamri á Borðoyarvík. Stórar útstykkingar til íbúðir, barnagarð og økt tilboð á dagstovnaøkjunum. Sanniliga ein kommuna í stórari menning og fagrasta blóma. Vit mugu tryggja góðu gongdina. Saman við tykkum røkka vit hesum málum.  

 

Vitja omlassen.com

Óli M. Lassen, býráðslimur

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin