Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ung í Klaksvíkar Kommunu skulu fáa betri bústaðarmøguleikar

SKRIVAÐ: Frímund Hansen  |  27.10.2020 - 09:41 Kommunuval 2020 Politikkur

Klaksvíkar Kommuna er í vøkstri og er eisini merkt av at tí landsumfevnandi trendinum, at tað gerst alsamt dýrari og truplari fyri serliga ung fólk at seta búgv. Hesin trupulleikin má og skal loysast, og tað er ikki nóg mikið við bert einari loysn. Neyðugt er við meira fjøltáttaðari bústaðarbygging.

Siðbundna mynstrið, har familjur ogna sær eitt grundstykki, byggja sær hús á tí, og búgva í teimum fyri lívið skal sjálvandi kunna halda fram og meira ferð skal eisini setast á tað. Klaksvíkar Kommuna skal framhaldandi útstykkja og selja grundstykkir, fleiri enn higartil, soleiðis at øll tey sum vilja og kunna búgva upp á tann mátan, skulu hava møguleikan í boði.

Men aðrir møguleikar skulu eisini vera til tey ungu, sum annaðhvørt ikki hava fíggjarligu orkuna ella ikki hug at búgva í egnum sethúsum. Í øðrum kommunum hava tey roynt seg við lutaíbúðum, ið hava verið heilt væl móttiknar, og leisturin við lutaíbúðum er sanniliga verdur at royna í Klaksvík eisini. Nakrar av hesum lutaíbúðum kunnu staðsetast í hinum bygdunum og oyggjunum, ið hoyra til Klaksvíkar Kommunu.

Møguleikar skulu eisini vera til teirra, ið hava brúk fyri fyribils bústaði til leigu. Tað kann eitt nú vera fyri ung fólk, ið hava tørv á einum staði at búgva, meðan tey spara sær upp til ein varandi bústað. Hesi skulu hava møguleika at leiga fyri ein so mikið sámuligan kostnað, at tey eisini fáa sett til síðis. Kommunurnar hava ikki í skrivandi stund heimild til at leiga út, men farast kann í dialog við eitt nú Bústaðir, har leikluturin hjá kommunum kann vera at vísa á grundstykki til ein rímiligan penga, um Bústaðir binda seg til at gera eitt ávíst tal av leiguíbúðum har.

Næmingar aðrastaðni frá, ið koma til Klaksvíkar at nema sær útbúgving, skulu allir hava møguleika til at fáa innivist undir lesnaðinum. Verandi og komandi næmingaheim skulu útbyggjast, so hvørt tað er neyðugt fyri at nøkta tørvin.

Samanumtikið ætli eg at virka fyri fjølbroyttari bústaðarmøguleikum til tey ungu í Klaksvíkar Kommunu. Bæði við siðbundnum sethúsum og lutaíbúðum eins og – í samstarvi við onnur – leigubústøðum og næmingabústøðum.

 

Við Klaksvíkskvøðu

Frímund Hansen
Um Eiði 8
Svínoy

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…