Lýsing
Lýsing
Lýsing

Góðan og virðiligan aldurdóm

SKRIVAÐ: Jórun Høgnesen  |  27.10.2020 - 13:57 Kommunuval 2020 Politikkur

Nógv vøkur orð eru søgd um tey gomlu, tey eru so vís, tey hava verið so røsk, tey hava ikki kravt tað stóra og tey klára seg við so lítið, tey hava verið so nøgd og lítillátin. Tey hava bara gjørt sítt besta fyri síni kæru og røkt sínar samfelagsskyldur til fulnar. Tey hava lagt lunnar undir framstigini í samfelagnum og glett seg um tey. Nú er teirra tíð komin til, at tað er ein sjálvfylgja, at tey hava tað gott í aldurdóminum, nú tey ikki megna líka nógv sjálv.

Men tíverri mugu vit ásanna, at enn er ikki alt fullkomið fyri tey gomlu, tíverri.

 

Lívsgóðska og tryggleiki

Klaksvíkar Kommunu tørvar ein eldrapolitikk, ein visioneran eldrapolitikk, sum røkkur inn í framtíðina.

Hetta krevur, at kommunan endurskoðar alt eldraøkið fyri at betra um lívsgóðskuna hjá okkara gomlu borgarum, sum hava ein tørv. Tørvur kann vera so ymiskur. Eitt er tørvur á røkt og mati, men tørvur fyri tryggleika og ikki at liva í einsemi er sanniliga eisini til staðar, og tað er her, vit serliga skulu gera tað betri. T.d við venjingum og ítrivi. Eg vænti, at øll, ið starvast innan eldraøkið, gera sítt besta, men eg veit eisini, at tey mugu renna skjótt og kenna ofta, at tey ikki røkka til kortini. Hvat er so at gera?

 

Hvat fæst fyri 58,3 milliónir krónur?

 Sambært heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu, so kostar eldraøkið 58,3 milliónir kr árliga. Hetta eru sera nógvir pengar, og kortini mugu vit ásanna, at nógv kann blíva betri, og vit vita, at vit verða fleiri og fleiri í tali, sum gerast gomul.

Øll vilja sjálvandi búgva heima sum longst, men sambært framrokningum hjá Kommunufelagnum, so verður tørvur á 240 nýggjum røktarplássum til okkara eldru borgarar í Føroyum tey næstu 10 árini, og vanliga siga vit, at Klaksvík eigur 10%. t.v.s. 24 røktarpláss. Vit vita eisini, at sum nú er, so er enn  bíðilisti til at fáa røktarpláss, hóast nýtt røktarheim er bygt fyri nøkrum árum síðani, so her má hugsast nógv ár fram, og tørvur er á skílagóðum loysnum. NBH hevur nú 77 búpláss og 8 umlættingarpláss. Framrokningarnar eru fyri tørvin hjá fólki 80 ár og eldri.

 

Búðstaðir fyri eldri, kemur yngra ættarliðnum til góðar

Fyri at vera eitt vælferðarsamfelag, so eiga vit at tryggja øllum borgarum góð livikor, og vit mugu ansa eftir, at tey gomlu ikki bara verða ein partur í einum rokniarkapolitikki.

Tí vil eg leggja orki í, at ein góður, framskygdur og visionerur eldrapolitikkur verður gjørdur fyri Klaksvíkar Kommunu, og at hann verður hildin í verki.

Hesin politikkur skal m.a innihalda hjálp í egnum heimi, bústaðir til ymiskan eldratørv, heilsu- og sálarrøkt, sjálvsavgerðarrætt.

Framtíðar eldrapolitikkurin skal gerast í samráð við borgaran og fakkunnleikan.

 

Jórun Høgnesen

Valevni fyri Norðoya Tjóðveldisfelag

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund