Lýsing
Lýsing
Lýsing
Annika S. Biskopstø, valevni | Mynd: Egin mynd.

Ein blómandi ungdómur

SKRIVAÐ: Annika S. Biskopstø  |  27.10.2020 - 20:11 Kommunuval 2020 Politikkur

Tey ungu eru á ferð. Tey eru gróðurin og frísku greinarnar í einum livandi samfelagi. Ein stórur partur av okkara samleika verður mentur í ungdómsárunum. Hvør eri eg, og hvat vil eg? Hetta eru stóru spurningarnir.

Eg vil virka fyri, at ungdómurin kennir seg væl og sum ein part av einum góðum heimstaði, sum tey gleðiliga samlíka seg við.

Fótbóltin hava vit longu sett á Evropakortið og kanska eiga klaksvíksingar heimsmetið í at skipa fyri góðum og savnandi tiltøkum. Tað eru kortini gerandisdagurin og vikuskiftini, sum skapa veruligan trivnað her á staðnum. 

Eg vil arbeiða fyri teimum smáu og ikki so kostnaðarmiklu upplivingunum, sum skapa innihald og meining. 

Tað kann eg gera við at skapa eitt gott útiumhvørvi í Klaksvík. Við sjóvarmálan skulu vera vippur, hitapottar, hitarúm og grillstaður.

Eg ætli mær somuleiðis at virka fyri, at vit fáa eitt uttandura venjingarøki. 

Tey ungu eiga sjálv at seta dám á býin við sínum hugflogi og list. Saman skulu vit skapa nakrar hugnaligar krókar og frírúm, har tey kunnu vera saman uppá ein góðan máta.

Vit skulu dyrka ungdómsmentanina, og framala tað besta í tí einstaka og felagsskapinum.

Bussrutur og góðar gongu- og súkklubreytir og hugnalig torg eru eisini ein treyt fyri, at tey yngru ættarliðini trívast og velja staðið til. 

Vit kunnu eisini fáa vatn í hylarnar úti í Grøv, og sandin í Árnafirði mugu vit røkja væl og gera til okkara summarparadís. 

Hugskotini eru nógv í tali. Tað týdningarmiklasta er tó, at vit eisini lurta eftir, hvat tey ungu siga! 

Men klaksvíkingar eru ikki eiðasørir. Býráðið hevur seinastu árini funnið pening til nógv ymiskt og uppbyggjandi virksemi.  Tildømis kann Húsið, Dávavirkið, nýggi skúlin, komandi mentanarhúsið og ætlaða rennibreytin nevnast. Allarhelst fer ein fimleikarahøll, neyst, nýggjur húsarhaldsskúli, spæliland og annað virkismikið eisini at mynda býin framyvir. Mín vón er sjálvandi, at ítróttar- og áhugafeløgini og samkomulívið frameftir eisini skal hava góð kor at virka undir.

Handislívið hevur somuleiðis týdning fyri trivnaðin og kann samstundis vera við til at skapa eitt gott grundarlag fyri at reka kaffi- og matstovur, dansistøð og barrir. 

Tað týdningarmiklasta er tó, at vit megna at halda ungdóminum til, og vísa yngra ættarliðum álit at skapa sína egnu leið og finna eitt gott stev. 

Samfelagið skal eisini lofta og vegleiða teimum ungu. Kanningar vísa tíverri, at fleiri ung dragast við sálarligt órógv. Hetta mugu vit taka í álvara.

Eg fari tí at arbeiða fyri, at vit í Norðoyggjum raðfesta ein staðbundnan sálarfrøðing á skúlaøkinum. Í tí almenna frítíðararbeiðinum skulu fólk við góðum førleikum og hjarta á røttum staði, eisini hava møguleikan at lofta, tá á stendur.

Sjálv trúgvi eg upp á eina vónríka framtíð í einum brosandi býi. 

Annika S. Biskopstø

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar