Lýsing
Lýsing
Lýsing

Upptakt: Víkingur-KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  28.10.2020 - 07:57 Ítrottur Tíðindi

KÍ spælir truplan dyst í Sarpugerði í kvøld.

Hóast KÍ hevur staðið seg væl í Sarpugerði í nøkur ár, so eru flestu dystirnir spennandi til tað síðsta. M.a. hevur Víkingur fingið leiðsluna í báðum teimum síðstu dystunum í Sarpugerði.

Víkingur brúkar dystin sum fyrireiking til steypakappingina og komandi kappingarár umframt, at hetta er ein møguleiki at arga eitt av toppliðunum. Víkingur hevur fyrr í ár vunnið heimadystir móti bæði NSÍ og B36. Hjá KÍ ræður um at vinna fyri at vinna spennandi kappingina um 2. plássið, ið gevur Europa Conference League pláss, har NSÍ og B36 eisini stríðast. Hjá Víkingi hevur Bogi Reinert-Petersen leikbann. Hjá KÍ eru nærum allir leikarar tøkir. Ivamál er tó um Patrik Johannesen, sum hevur ein snudd.

Dysturin í Norðragøtu byrjar kl. 18.00. Dómari verður Alex Troleis.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?
Føroyski stuttfilmu­rin “Eingin veit á mo…
Kunning um royndar­loyvi eftir reyðæti
Norð­urlendska tollsamstarvið styrkir eft…
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026
Tríggir næmingar fáa prógv
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið