Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skal vera trygt og virðiligt at eldast í Klaksvíkar Kommunu

SKRIVAÐ: Frímund Hansen  |  29.10.2020 - 09:00 Kommunuval 2020 Vinna

Óansæð hvar í kommununi, tú býrt, skalt tú hava virðilig ellisár. Tí eigur kommunan bæði at útvega fleiri røktarheimspláss, gera eldrasambýli og í tøttum samstarvi við verandi borgaratænastur til tey eldru, herundir Norðoya Bú- og Heimatænastu og í summum førum Almannaverkið, at taka ábyrgd fyri, at øll eldri í egnum bústaði, ið tørva tað, hava nøktandi heimahjálp.

Hetta má gerast við skili. Kommunan má bæði hava miðsavnað røktarheim við útbúnari arbeiðsmegi til tey mest røktarkrevjandi. Har tað er neyðugt, skulu sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og -hjálparar setast, og har tað er gjørligt eisini tilknýttur lækni, soleiðis at tann eldri borgarin altíð kennir seg at vera í tryggum hondum. Til tey minni røktarkrevjandi, og sum fyrst og fremst eftirspyrja sosiala samveru, eiga sambýli at verða gjørd og dagtilhald at vera tøk.

Kommunan skal harumframt gera eldraíbúðir til teir eldru borgararnar, sum sita kanska einsamallir, kanska tveyeini, ið einum húsum, sum upprunaliga vórðu gjørd til eina stóra barnafamilju. Her skal vera møguligt hjá teimum at selja húsini og flyta í eitt úrval av minni íbúðum, ið kommunan stendur fyri. Og tað er upplagt, at summar av hesum eldraíbúðunum eisini verða í øðrum bygdum í kommununi, umframt sjálvsagt í Klaksvík.

Vit skulu eisini hava virðing fyri, at fleiri av okkara eldru vilja búgva í egnum húsum sum longst. Fyri mong eru húsini teirra lívsverk og birta mong góð minni fleiri ættarlið aftur. Ynskja tey eldru tað sjálvi, skulu tey sjálvsagt verða búgvandi, so leingi heilsan er til tað, og her eigur leikluturin hjá kommununi at vera at vera til taks við tilboðum um heimahjálp. Norðoya Bú- og Heimatænasta skal styrkjast og mennast, og har tað er til gagns og/ella neyðugt, skal dialogur og samstarv vera við Almannaverkið um teir borgarar, sum búgva í kommununi.

Tað er ymiskt, hvussu fólk eldast, og hesum fjølbroytninum skulu eldru borgararnir eisini møtast við. Felags skal tó vera, at ongin í Klaksvíkar Kommunu skal verða noydd/ur at stúra fyri at gerast eldri her. Klaksvíkar Kommuna skal veita eldru borgarunum alt frá lættari húshjálp við einføldum gerandisuppgávur til nøktandi umsorgan fyri tey mest røktarkrevjandi. Og alt harímillum.

Eldri borgarar í bygdunum og oyggjunum í kommununi, ið uttanfyri sjálva Klaksvíkina, skulu eisini fáa tilboð um hjálp, tænastur og eldrabústaðir í so stóran mun sum tað er gjørligt, og har tað ikki er gjørligt, skal atgeingið til tilboðini í Klaksvík vera so smidligt og ómakaleyst sum til ber.

Hesum ætli eg mær millum annað at arbeiða við, verði eg valdur í Klaksvíkar Býrað tann 10. november.

Við Klaksvíkskvøðu

Frímund Hansen
Um Eiði 8
Svínoy

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku