Lýsing
Lýsing
Stuðulstiltak í kappróðrarneystinum
Leygarmorgunin 31. oktober kl. 11 skipar Klaksvíkar Róðrarfelag fyri stuðulstiltaki í neystinum við m.a. einum STÓRUM tombola
Sera nógvir góðir vinningar. Kaffi og vaflur verður eisini at fáa, og til ber at síggja tekningar av nýggja stásiliga neystinum, sum verður bygt í næstum.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
ps. vit vilja av við uml. 50 árar, sum vit ikki brúka longur. Kom oman í neystið leygarmorgunin kl. 11. Tað verður "først til mølle".
Koyr á KRF!
Seinastu tíðindini