Lýsing
Lýsing

Veg til húsini átti at verið so sjálvsagt!!

SKRIVAÐ: Meibritt Djurhuus  |  30.10.2020 - 07:02 Lesarabrøv Politikkur

Øll ynskja at kunna parkera so nær við heimið sum gjørligt, og hjá teimum flestu ber hetta tíbetur til, men tíverri ikki hjá øllum.

Tá ið raðhúsini við Stangavegi blivu bygd í 1967, skuldi vegur gerast til húsini. Ì dag, 53 ár seinni, er framvegis ongin vegur komin. Tørvurin hevur ongantíð verið størri enn nú, tá talið av bilum og ferðslan er fleirfalda. Trupult er í gerandisdegnum at finna eitt líkinda parkeringspláss í økinum, og til tíðir mást tú koyra runt, eina góða løtu, áðrenn tú finnur eitt stað at seta bilin. Tað er sera langt frá vegnum til húsini. Tað er illgongt, myrkt og vátt. Tá ið kavi og vetur er, skulu vit ganga millum frystar fannir frá tekum. Hetta er sera ótespiligt og ikki sørt vandaleyst.

HETTA ER IKKI OK!!

Vit kunnu gleðast yvir, at kommunan fremur nýbygging, men tað harmar meg, at lyftið um veg til húsini verða vald frá ár eftir ár. Vit íbúgvar í raðhúsunum, vóru fyri tveimum árum síðani boðin til fundar í kommununi, har vit sóu tekning og fingu at vita, at játtan var ásett til parkeringøki niðanfyri raðhúsini. Hóast hesi lyftir, er eingin vegur og parkeringspláss gjørd.

Kanska er hetta ikki so spennandi at agitera fyri, at hvørt heim í Klaksvík hevur veg til húsini – men tað er neyðugt!!

Eg hevði ynskt, at eitt komandi býráð í komandi setu, verðuliga raðfesti hendan lítla vegateigin, sum hevði loyst fleiri parkerings og ferðslutrupulleikar í einum. Og ikki minst betra um trivnaðin hjá íbúgvunum í raðhúsunum á Stangavegi, umframt grannalagið runt um.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin