Lýsing
Lýsing

Minningarorð um Julius Sigmund Poulsen

SKRIVAÐ: Jóannis  |  06.11.2020 - 14:43 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

f. 26.08.1942 - d. 23.11.2019

Julli, sum hann oftast var nevndur, var sonur Louis úr Kunoy og Eskildu av Eiði, sum búðsettust á Stongunum í Klaksvík, har hann er uppvaksin.

Hann giftis við Jancy, og festu tey búgv út í Brekkuni á Víkavegi í Klaksvík.

Í 1965 stovnaði hann sítt egna radioverkstað. Hann hevði verkstaðið í sínum egnu húsum og opnaði seinni handil við Klaksvíksvegin. Sostatt hevði hann virkið í 54 ár, inntil hann flutti heim í dýrdina seinasta heyst.

Sum longu nevnt og flest øllum kunnugt, so var Julli útlærdur radiomekanikari á ungun aldri, men hann víðkaði arbeiðsumráðið sítt til mangt annað, eitt nú til tey teknisku tólini umborð á skipum. Hann hevur gjørt mangt skipið út við radiogreiðum, radarum og øllum sløgum av tekniskum tólum á brúnni. Eg rokni við, at ein serlig hending í hansara arbeiðslívi var, tá hann var við í Chile og installeraði tólini í Christian í Grótinum, sum tá bleiv eitt flaggskip í føroyska flotanum.

Hann spardi ikki seg sjálvan. Sjálvt um onnur hildu, at hann ikki átti at lagt so nógv fyri, so fór hann kortini til arbeiðis umborð á skip og bátar, hóast hann ikki altíð føldi seg so væl til passar, hugburðurin  hjá honum var, at hann vildi ikki, at nakað skip ella nakar bátur skuldi liggja ov nógv við kaj orsaka av sær.

Hann brúkti meginpartin av síni tíð á Contrive, har hann hevði Jancy, sum sína høgru hond og har øll børnini og fleiri abbabørn hava tikið hond í gjøgnum árini. Tá abbabørnini komu á vitjan á skrivstovuni hjá honum, sá mann hvussu hann elskaði tey, og tey elskaðu hann og gleddust at vera saman við honum.

Okkara vegir hava møtst ígjøgnum mong ár í samband við virksemið  hansara, men eftir at eg, fyri nøkrum árum síðani trappað mítt virksemi niður,  komu vit at kennast á ein serligan hátt, kanska serliga tey seinastu árini, tá sjúkan gjørdi meira um seg, og tá eg onkuntíð kom inn á gólvið, merkti eg beinanvegin teirra  hjartalag og blíðskap, man sat ikki longi, fyrr en Jancy hevði ein kaffimunn kláran, og fingu vit eitt hugnaligt prát saman.                                                

Eitt tað síðsta hann gjørdi og var ógvuliga spentur uppá, var radarin á Sornfelli, sum hann fekk upp at standa saman við Atlantic Airways, og sum er ein serligur tryggleiki fyri bjarginartyrlurnar.

Hann helt fyri, at tá hetta var komið uppá pláss, so kundi hann leggja frá sær.

Hann var altíð fryntligur  og fyrikomandi at koma í tal við og spurdi sum oftast: Hvat nýtt?

Hann var Klakvíksingur við stóra K, ógvuliga interesseraður í vinnulívinum og spentur, um nakað nýtt var at frætta, eitt nú um onkur nýbygningur var á veg, ella okkurt virki ella virksemi var í ljósmála. Hann var virkin í samband við søluframsýningarnar og hevði altíð ein bás á sølustevnum í Klaksvík og aðrastaðni í Føroyum við og stundum eisini uttanlands. Eisini var hann við í ymiskum stórprojektum, sum Klaksvík nýtir gott av í dag.

Seinni árini fekk hann mangan brotasjógvin heilsuliga sæð, men stríddist hann fyri at fáa tól til vega, so hann kundi passa sjúkuna sjálvur heima við hús. Hann helt tað verða ovboðið, at hann skuldi reisa til Havnar at fáa dialysu, tí tað tók alt ov nógva tíð av arbeiðstíðini hjá honum, segði hann. Við ársbyrjan 2017 fekk hann eftir tógvi stríð skaffað sær eina dialysu-maskinu heima við hús, sum hann passaði sjálvur. Hann fekk upplæring av serkønum at passa maskinuna, og kom hann ógvuliga skjótt eftir tí, tí teknikkur var ongin trupuleiki hjá honum.  Hann var ikki bangin fyri nálum, tí hann var noyddur at stinga seg fleiri ferðir um dagin, men gleddist hann bara um, at hann nú kundi arbeiða 4 tímar meira um dagin.

Julli hevði eisini verið til skips, og segði hann mær ein av síðstu døgunum her á foldum: “Um eg ikki hevði havt Harran við gjøgnum lívið, so hevði eg ikki verði her í dag.”

Hann greiddi mær síðani frá, tá hann var til skips, hvussu menn ikki dámdu at vera á vakt á brúnni  ella í stýrhúsinum í illveðri, hann segði, at um so skipið fekk brotasjógvar og legði seg nógv, so kundi hann gott standa á brúnni óttaleysur, tí hann legði alt í Harrans hendur og var tí tryggur og róligur.

Eg gloymi ikki, tað góðu taluna, sum hann helt í kirkjuni, tá pápi hansara fór til gravar og so sangin eisini, sum hann sang solo. Hvussu vakurt hann talaði um pápa sín og hvussu vakurt hann sang, og so til seinast segði hann heilsuna, sum vit øll, sum seta okkara álit á Jesus, gleðast í: “Vit síggjast”. Eg undraðis yvir hansara dirvi.

Eitt tað síðsta eg hoyrdi hann siga við einum smíli, tá hann sá hvønn veg tað bar, var hetta:

“Nú er tað bara uppeftir”.

Góða Jancy, Eli, Louis, Kristin og Kristvør við familjum. Tit hava mist ein fantastiska fittan, kærleiksfullan mann, pápa, verpápa, abba og langabba, sum hugsaði nógv um tykkum.

Orð eru so fætak, men hetta eru nøkur góð minnir úr rúgvuni.

Mátti Harrin framhaldandi troysta og ugga tykkum.

Vit minnast hansara styrki og taka hesi orðini til okkum:

Alt eri eg mentur í Honum sum ger meg sterkan.
- Filippibrævið 4:13

Æra veri minni um Julius S. Poulsen.

Jóannis

Lýsing
Seinastu tíðindini
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald