Lýsing
Lýsing

Menning er annað enn vøkstur! 

SKRIVAÐ: Rógvi Jacobsen  |  06.11.2020 - 16:01 Kommunuval 2020 Politikkur

Eftir mínum tykki, so hongur menning ikki neyðturviliga saman við vøkstri. Ført hevur verið fram, at um Klaksvíkar kommuna skal mennast, so má kommunan áhaldandi seta nýggjar verkætlanir í gongd. Hesum eri eg ikki heilt samdur í. Tað merkir tó ikki, at vit skulu steðga upp. Vit eiga ístaðin at gera okkum greitt, hvørjar verkætlanir eru neyðugar og føra tær heilt á mál. 

Í mínum arbeiði sum timburmaður, so havi eg verið við í stórum og smáum verkætlanum. Báðar uppgávurnar eru spennandi og avbjóðandi, men tað er ongin loyna, at tað er meira hugaligt, tá møguligt er, at arbeiða miðvíst við einum ítøkiligum arbeiði. Tú ert “ON”, hevur fingurin á pulsinum og fartar ikki millum ymiskar uppgávur. Málið gerst skjótari sjónligt, og er tað ein fragd fyri bæði okkum sum arbeiða við verkætlanini og tey, sum eftirfylgjandi skulu hava gleði av henni. Men tað krevur raðfesting! 

Sostatt er neyðugt at góðtaka, at alt ikki verður gjørt samstundis. Eg haldi, at menningin av býnum í líka stóran mun liggur í liðugtgerð. Eg eri eisini sannførdur um, at miðvíst arbeiði betrar um møguleikan at halda kostnaðarstøði og gjøgnumskygni í verkætlanini.  

Fleiri av verkætlanum, sum Klaksvíkar býráð er farin í gongd við, eru ógvuliga týdningarmiklar, men eisini kostnaðarmiklar. Eg vil arbeiða fyri, at Klaksvíkar kommunu í enn størri mun fylgir neyvt við verkætlanunum, og á hendan hátt gevur sínum borgarum eina trygd um, at borgarans peningur verður brúktur skynsamt. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Páll A. Klettskarð elskar stóru dystirna…
Afturvend­andi avbjóðingar­nar mugu loysas…
Flogbóltur: U 17 liðini til EM-kapping í…
Myndir frá KÍ - B36
Video: Tá føroyameistaraheitið hjá KÍ bl…
KÍ kvinnur­nar Føroyameistarar 2021
Klaksvík – eitt portur til Evropa
KÍ-kvinnur­nar fáa FM-steypið í dag
Upptakt: KÍ-B36
KÍ vann seinast, men vanliga stendur B36…
Unglingar settu eld á rúsur
Mánakøka (Kina)
HB spælt uttan lógligan venjara – sleppu…
MEGD 40 ár
Vit mugu verja Bústaðir
Stutt Flutt Føroysk Framleiðsla  
Bob Sumareh er toppskjútti í topp 5 dyst…
Veðrið um vikuskiftið
Vit síggjast við Djúpumýru
Norðlýsið á gøtuni