Lýsing
Lýsing
Lýsing

Næstu ferð verður tað wienarbreyð

SKRIVAÐ: Frímund Hansen  |  12.11.2020 - 13:30 Kommunuval 2020 Politikkur

Hvat kundi man vænta? Ja, tað er so tað. At skriva og annars at gera vart við seg er eftir øllum at døma ikki nóg mikið. So mikið havi eg fingið staðfest, tí til kommunuvalið gjørdist eg ov stuttur til at koma inn um býráðsgátt. Kortini lærdi eg eina rúgvu. Til dømis at tað kanska loysir seg væl at vera ítøkiligur og fokusera uppá ávísar hyljar, gras og mosa á kaikantinum, heldur at leggja dentin á yvirskipaðu karmarnar og breiðu linjurnar í politikki.

Til stuttleika kann eg nevna, at til onkran dystin hjá KÍ við Djúpumýru undan valinum bjóðaði eg møguligum veljarum ein Underberg og kanska eina bjór. Eg sá, at onnur heldur bjóðaðu køkur, wienarbreyð og rómaskúm, og eftir øllum at døma hevur tað selt betur millum veljararnar, tí summi teirra komu inn um býráðsgátt. Og mín stemma fer nú eisini til tann, ið seinast bjóðaði wienarbreyð.

Í míni heimbygd fekk eg tó eitt dygt herðaklapp og gjørdist fyrst valdur har, og tað er ikki at forsmáa. Havi eisini fingið eitt beinleiðis og skipað samband við borgarstjóran gjøgnum staðbundnu nevndina. Og hetta skuldi skuldi verið gott útgangsstøði til okkurt skilagott. Og síðani taka vit tað her frá.

Ein hjartans tøkk til tykkum, ið valdu meg.

Takk fyri hesa ferð.

Frímund Hansen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Evald Johannesen farin
Tað byrjaði í 2019 – ella 1916?
SSL: Sam avlýst síðstu túrarnar í kvøld
Er Miðflokku­rin nú ein ultra-høgraflokku…
Dysturin er avlýstur vegna veður
Johnny: "Limaskapur í WTO er stórur vinn…
Útróðurin í dag
Torradagar aftur á skrá
Akademi­útbúgving – nú eisini á netinum
SMS: Stjørnan - EB í kvøld
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Upp á tindar, gjøgnum dalar
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan í Nes k…
14 nýggir ph.d.-arar í 2025
Varpið: Opin Pallur fyri børn
13 ungir rógvarar klárir at umboða Føroy…
Gudstænasta í Christians­kirkjuni
Gudstænasta í Mikladals kirkju
Evnisarbeiði er spennandi og læruríkt
Býráðsfundir í 2026