Lýsing
Lýsing
Lýsing

Svínoyarbjarni - málningur eftir Hans Hansen (100 ár)

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  14.11.2020 - 13:36 Mentan Merkisdagar & Kunngerðir Myndarøð Tíðindi

Í sambandi við ætlaðu framsýningina á Spinnarínum um listamenninar báðar Hans Hansen og Fridtjof Joensen, sum báðir vóru føddir í 1920 og sostatt høvdu verið 100 ár í ár, um teir høvdu fingið eitt so langt lív, gjørdu vit í fyrireikingarbólkinum eitt ávíst arbeiði við at fáa til vega myndir og søgur um handverk teirra.

Framsýningin á Spinnarínum bleiv av ongum orsakað av “korona”, men seinni í dag leggja vit út eitt video her á síðuni, sum eitt klípið og 100 ára minni um teir báðar.

 

Myndin

Flóvin Jacobsen av Velbastað eigur myndina omanfyri. Tá vit kunngjørdu at vit fóru at hava eina framsýning skrivaði Flóvin til okkara um at hann átti eina mynd av navnframa “Svínoyarbjarna”, sum flestu klaksvíkingar munnu kenna aftur frá Læknastríðnum tá hann saman við “Barmi” lá sum bjálvi fyri møguligum álopum á Klaksvík frá sjónum.

Niðanfyri er brævið vit fingu frá Flóvin har hann sigur søguna um myndina:

 

Góðan dagin aftur Oliver

Í sambandi við málningin "Svínoyarbjarni" er fyrst ein lítil søgustubbi

um skipið

 

Skipið kom sum krígsendurgjald til Danmark eftir kríggið, og kallaðist tá

"Grønland". Nakrir føroyingar við m.ø. Ulli-Jógvan úr Vestmanna og Ejgil

Christiansen úr Keypmannahavn keyptu skipið í 1947, og kallaðist tað tá

"Greenland". Teir royndu eina tíð við snurrivág í donskum sjógvi,  men í

1948 keyptu brøðurnir Hans Mellemgaard og Hans David Jacobsen skipið og

ryggaðu tað um til línuveiðu. Henry Mellemgaard var skipari mestu

tíðina.  Roynt varð á føroyagrunnunum og undir Íslandi. Men motorurin

riggaði stak illa, og førdi hetta til fleiri kostnaðarmikil sleip av

fiskileiðum og hartil mista fiskitíð og inntøkur. Endin varð, at skipið

fór á tvang  í 1950.

 

Hugo Gardar úr Klaksvík keypti skipið og riggaði tað um til

sandgrevstur. Skipið fekk navnið "Skorin" - tað síðsta eg sá til tað,

var ein mynd frá Klaksvíksstríðnum har Svínoyarbjarni lá á vágni saman við trolaranum "Barmi".

 

Málningurin

Málningurin av "Svínoyarbjarna" hevur altíð hugtikið meg - bæði tað, at

hann varð málaður umborð á frívakt (afturi í kahúttuni) undir fiskiveiðu

við kalvalínu undir Íslandi og so hvussu listamálarin m.a. hevur fingið

fram spælið millum litirnar á sjógvin og botnin á skipinum. Óansæð hvar

undir Íslandi teir henda túrin hava roynt eftir kalva, kann eg ímyndað

mær, at tað ikki altíð hava verið góð máli líkindi - sjálvur havi eg

roynt við kalvalínu út úr Reykjanesi - har kundi vera gjálvut.

 

Eg havi tosað við ein av teimum, sum er á lívi og var við henda túrin.

Markus Sørensen av Viðareiði, sum var 14 ára gamal í 1949, Hann 

minnist væl til at Hans málaði afturi í kahúttuni, men hann er ikki

sikkur í,  um teir vóru undir Íslandi ella undir Føroyum, men teir fóru

allir við niður til Aberdeen at selja.

 

Pápi mín Hans David var sjálvur við henda túrin og keypti málningin frá

Hansi. Sjálvur fekk hann ongantíð upp í lag at ramma hann inn.

 

Nøkur ár eftir, lá málningurin samanrulaður heima hjá foreldrunum, men tá eg

sjálvur á heysti 1955 umborð á skipi hoyrdi um henda málningin, sum varð

málaður umborð á skipi undir fiskiveiðu, tók eg myndina fram og fekk

slættað hana út og hevur hon síðan havt høvuðspláss í stovu míni.

 

Roynið tit at ímynda tykkum  henda listaúrmálingin  á knæ í "atlierinum"

(kahúttini) við "staffeliinum"skorðaður av klæðsekkum og húkapakkum í

tungari aldu???

Vinarlig heilsan

Flóvin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…