Lýsing
Lýsing
Lýsing
Myndin er tikin frá dystinum millum Team Klaksvík og H71 mikukvøldi 11. november | Mynd: Oliver Joensen

Beinleiðis úr útlondum á vøllin fyri H71

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.11.2020 - 11:46 Ítrottur Leiðarin

ÍSF skrivar, at øll ítróttarfólk eiga at fylgja heilsufrøðiligu tilmælunum í sambandi við Corona. Kortini spældi ein leikari hjá H71 tveir dystir innanfyri 5 dagar eftir heimkomu úr útlondum. Hetta hevur sjálvandi vakt ans, og Kringvarpið vendi sær tí til felagið fyri at vita, hvat hetta var fyri nakað.

H71 verjir seg við, at tey høvdu fingið grønt ljós frá Pál Weihe til nakað líknandi tann 5. september, og tað hevur felagið so tikið sum ein blankokekk til undantaksloyvi framyvir. Til tað svarar Pál Weihe, at Corona-støðan í Danmark er broytt síðani tá. Og vit kunnu leggja afturat, at tilmælini eisini eru broytt síðani tá, herundir at serliga ferðatilmælini eru munandi herd.  

Á heimasíðuni hjá Ítróttarsambandinum stendur skrivað soleiðis:

Øll ítróttafólk eiga at fylgja almennu korona-tilmælunum

Korona herjar okkara land, tí er alneyðugt, at føroyski ítróttaheimurin heilt og fult fylgir korona-tilmælunum frá heilsumyndugleikunum

– Tað skal eingin ivi vera um, at ítróttaheimurin aftur hesaferð vil vera við til at berja niður korona-smittuna, tí eiga øll ítróttafólk at fylgja almennu korona-tilmælunum út í æsir, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í Ítróttasambandi Føroya.

ÍSF-forsetin heitir á øll sambondini innan ítróttin, ítróttafeløg og ítróttafólk kring landið um at taka tilmælini frá myndugleikunum í allar størsta álvara.

– Korona er ein stór hóttan ímóti okkara samfelag, og nú skal sterka felagskenslan, sum vit høvdu í vár, finnast fram aftur, so vit skjótast gjørligt fáa beint korona so væl av vegnum, sum til ber, leggur Elin Heðinsdóttir Joensen dent á.

Forsetin í ÍSF minnir á, at hvør einstakur kann gera sítt fyri at minka smittuvandan við at sýna samfelagssinni og rættan atburð.

Tann 9. november í ár helt løgmaður tíðindafund, og eitt av teimum var, at “Øll ferðandi eiga at vera serliga ansin í tíðarskeiðnum 1.-6. dag eftir komu til Føroya”. Hetta verður útdýpað soleiðis: “Júst hugburðurin frá 1. til 6. dag er avgerandi. Seinastu tíðina eru upp til fleiri dømi um, at fólk eru negativ, tá ið tey verða kannað við komu, men so vísti tað seg, at tey eru positiv á sætta degi. Hetta er áminning til okkum øll um at ansa sera væl eftir til kanningina á sætta degi, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.”

Pál Weihe sigur sum framhald av hesum, at hann hevði havt mælt felagnum frá at latið leikaran spælt.

Men sum nevnt omanfyri, so hevur H71 tikið tað, at tey hava fingið grønt ljós í september, sum, at tey hava grønt ljós til allar dystir – eisini hóast tilmælini eru broytt síðani fyrsta grøna ljósið.

Um dómaraseðlarnir hjá H71 eru lisnir rætt síðstu tveir dystirnar, er ein av venjarunum hjá H71 eisini aðalskrivari í ÍSF og var eisini á H71-bonkinum saman við sama leikara, sum nú hevur spælt tveir dystir innanfyri 5 dagar, síðani hann kom aftur úr Danmark. Hetta merkir sjálvsagt ikki í sær sjálvum, at nakar gerst sjúkur, men tað sigur sítt um trúvirðið hjá bæði ÍSF, HSF og H71 í hesum samanhanginum.

 Spurningurin er so, hvat eftirspæl hetta fær, um nakað. Hendir onki, so er hugsandi, at onnur feløg eisini fara at lata spælarar spæla, sum júst eru heimkomnir úr útlondum. Og hvar enda vit so?

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum