Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

H71 kann vinna kappingina av ikki at fylgja tilmælum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.11.2020 - 21:06 Ítrottur Tíðindi

Tað var ikki hvør sum helst leikari, sum H71 tók heim til Føroyar at spæla dyst 2 dagar eftir heimkomu. Talan er um Peter Krogh, landsliðsleikara og sterkan profil í føroyskum hondbólti. Til dystin ímóti KÍF noyddist ein kollfirðingur, ið er viðkvæmur og í vandabólki fyri Corona, at venda við og fara út aftur úr høllini, tá hann sá, at H71 ikki fylgdi tilmælunum og læt ein spælara spæla bert tveir dagar eftir komu til Føroya.

Norðlýsið hevur í hesum sambandi tosað við fólk við nógvum innliti í føroyskan hondbólt, og tey eru á einum máli um, at hesin Peter Krogh ger sera stóran mun, har hann er, seinast móti Team Klaksvík og KÍF. Ímóti KÍF skoraði Peter Krogh heili 9 mál. Og tað er almenn vitan, hvussu sterkur hann er í verjupartinum.

Undan teimum báðum seinastu dystunum var H71 í kapping um at enda í topp 4. Men ikki minst fyri einum so sterkum leikara fyri at takka er H71 nú á odda í kappingini, enntá við einum dysti færri enn 3 av feløgunum.

Fyri hini feløgini er tað sum vera man beiskt, tí í dag, tann 16. november, er HSF komið við eini útmelding, ið sigur, at framyvir skulu øll hondbóltsfeløg undir HSF fylgja Corona-tilmælunum. Tað merkir, at onnur feløg ikki fáa gjørt sum H71 og flogið leikarar heim at spæla avgerandi dystir við stuttum skotbrái, tí nú er tað ikki longur loyvt at leika ein hondbóltsdyst fyrrenn 5 dagar aftaná komu til Føroya.

 

mynd: hsf.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin