Lýsing
Lýsing
Eina løtu sá út til, at Atli S. Justinussen úr Fólkaflokkinum skuldi gerast borgarstjóri í Klaksvík. At so ikki bleiv, var úrslit av einmæltari semju í flokkinum. | Mynd: Oliver Joensen

Atli: Eg tók av borgarstjórasessinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.11.2020 - 21:42 Kommunuval 2020 Politikkur

Nógvur orðadráttur hevur staðist av, at Fólkaflokkurin sum suverenur toppskorari á býráðsvalinum í Klaksvíkar Kommunu endaði við 5 sessum, men telvaði soleiðis, at Sambandsflokkurin við bert einum sessi fekk borgarstjóran. Hetta varð eisini tikið upp í kjaki í Degi og viku mánakvøldið 16. november, tá John Johannesen, vertur, og Jóannes Hansen, valserfrøðingur, umrøddu nøkur úrvald val.

Norðlýsið hevur vent sær beinleiðis til tann, ið mest av øllum kann sigast vera høvuðspersónurin, nevniliga Atla S. Justinussen, ið fekk flestar atkvøður valkvøldið, og sum tí var tann mest upplagdi borgarstjórakandidaturin hjá Fólkaflokkinum. Atli Justinussen greiðir frá, at sjálvur var hann til reiðar at taka av borgarstjórasessinum, men eftir drúgva telving varð komið fram til, at besti møguleikin fyri at koma í meiriluta var at fáa sætta og avgerandi mandatið í hús.

Atli S. Justinussen vísir aftur, at talan nakrantíð var um innanhýsis stríð í Fólkaflokkinum um hvør skuldi gerast borgarstjóri, og um Fólkaflokkurin fekk borgarstjóran, so skuldi hesin verið Atli sjálvur. Sessurin stóð sostatt Atla Justinussen í boði, men tá avtornaði, var tað ein samdur Fólkaflokkur, har allir teir 5 innvaldu býráðslimirnir vóru á einum máli um at bjóða Karl Johansen úr Sambandsflokkinum borgarstjórasessin.

Á tann hátt gjørdust býráðssamgongan teir neyðugu 6 býráðslimirnir í tali, og styrkti seg eftirfylgjandi við Anniku S. Biskopstø úr Tjóðveldi, ið er sjeynda mandatið í býráðssamgonguni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Páll A. Klettskarð elskar stóru dystirna…
Afturvend­andi avbjóðingar­nar mugu loysas…
Flogbóltur: U 17 liðini til EM-kapping í…
Myndir frá KÍ - B36
Video: Tá føroyameistaraheitið hjá KÍ bl…
KÍ kvinnur­nar Føroyameistarar 2021
Klaksvík – eitt portur til Evropa
KÍ-kvinnur­nar fáa FM-steypið í dag
Upptakt: KÍ-B36
KÍ vann seinast, men vanliga stendur B36…
Unglingar settu eld á rúsur
Mánakøka (Kina)
HB spælt uttan lógligan venjara – sleppu…
MEGD 40 ár
Vit mugu verja Bústaðir
Stutt Flutt Føroysk Framleiðsla  
Bob Sumareh er toppskjútti í topp 5 dyst…
Veðrið um vikuskiftið
Vit síggjast við Djúpumýru
Norðlýsið á gøtuni