Lýsing
Lýsing
Nógvur vindur fríggjakvøldið, allan leygardagin og fyrrapartin sunudagin. Ættin fríggjakvøldið er útsynningur ella útsynningur-sunnan; leygardagin og sunnumorgunin vesturætt. Mesti vindurin er á midnátt fríggjakvøldið - um 25 m/s av útsynningi. | Mynd: Undirritaði

Illveðrið um vikuskiftið – dagført

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  19.11.2020 - 10:45 Tíðindi Veðrið

Veðurstovur hava í morgun fingið nýggjar mátingar av lufthavinum, og tær hava gjørt nýggj veðurkort fyri vikuskiftið.

Forsagnirnar eru ikki nógv broyttar frá í gjár – onkur smálutur um nær hann skiftir ætt, og at sunnudagurin ikki verður so ringur kortini. Í aðrar mátar verður í høvuðsheitum enn væntað tað sama, sum skrivað varð í gjár.

Talan er upp eitt lágtrýst, sum dýpist skjótt. Frá middegi í dag til middags í morgin lækkar trýstið í miðjuni úr 1001 hPa niður í 967 hPa. Munurin er 34 hPa í 24 tímar. Tá ið munurin er størri enn 24 hPa í 24 tímar samnhangandi – t.e. 1 hPa um tíman í eitt samdøgur – kallast hetta ein atmosferiskt bumba. So hetta er ein atmosferisk bumba.

Vit taka veðrið í stuttum næstu 3-4 dagarnar.

Minkandi vindur av útnyrðingi í dag. Í kvøld fyrst bert eitt lítið lot av vestri og síðan veksandi eitt sindur av suðuri. Á midnátt eru 8 til 10 m/s. Hitalagið fer at sníkkja seg upp til eini 5 stig í dag.

Í nátt fer vindurin at veksa spakuliga av suðuri, og fyrrapartin sníkir ættin seg yvir í útsynning-sunnan. Á middegi eru 10 til 15 m/s.

Nakað eftir middag fer at regna – og talan er heilt fitt av regni til einaferð langt út á kvøldið. Saman við regninum fer vindurin at veksa uppaftur meir, meðan ættin spakiliga fer longur upp.

Á midnátt í annaðkvøld eru 20 til 25 m/s av útsynningi og ælaveður.

Leygarnátt og -morgun er væntandi nógvur vindur. Ættin fer upp í vestan, og vindferðin fer at liggja um 20 til 25 m/s. Eftir døgurða fer at vindurin spakuliga at minka. Á midnátt eru vænatandi 13 til 18 m/s, og ættin fer upp í útnyrðing.

Sunnunátt, -morgun og -fyrrapart eru 13 til 18 m/s av útnyrðingi. Seinnapartin fer at minkar eitt sindur skjótari. Sunnukvøldið er lítil og eingin vindur.

Mánadagin kemur næsta lágtrýstið, men tað verður als ikki so ógvusligt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin