Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hiddenfjord fyrsti alari í heimunum at gevast at flúgva laks

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  19.11.2020 - 13:15 Tíðindaskriv Vinna

Óheft greining vísir CO2-minking á heili 94% á flutningi til USA

10-10-2020 gavst Hiddenfjord við øllum loftvegis flutningi av laksi. Hetta er gjørt, tí burðardygd er fremsta virðið hjá felagnum. Allur feskur eins og frystur laksur verður nú sigldur til marknað við farmaskipi. Nýggj kanning frá óhefta norska granskingarstovninum SINTEF vísir, at hetta hevur minkað um CO2-útlátið hjá Hiddenfjord frá flutningi til USA við heili 94%. Fyri Kina er útlátið minkað enn meira.

 

Hiddenfjord er fyrsti alari í heiminum, sum gevst at flúgva laks. Harvið tekur felagið stóra ábyrgd í mun til minka um CO2-útlát. Hetta er eisini í tráð við 13. heimsmálið hjá ST um bráðfeingis átøk at fyribyrgja veðurlagsbroytingum.

 

 

Aldur laksur hevur eitt nógv lægri CO2-útlát enn aðrar matvørur so sum svínakjøt og neytakjøt. Og við at eta laks, sum er sigldur heldur enn enn flogin til marknað, verður laksur ein uppaftur meira burðardygg matvøra.

 

“Vit hava øll ábyrgd av at gera okkara til at minka um CO2-útlátið, sum førir til veðurlagsbroytingar. Flúgving av mati viðførir púra óneyðugt CO2-útlát. Tí eru vit í Hiddenfjord givin at flúgva laks” sigur Atli Gregersen, stjóri. “Hetta setir stór marknaðarlig krøv til okkara”sigur hann, og leggur afturat: “Eg sigi sum Njál Djurhuus: Heimurin er troyttur av orðum, heimurin vil hava gerðir.”

 

Góðskukanningar í USA vísa, at Hiddenfjord-laksurin hevur varðveitt somu góðsku, hóast felagið er farið at sigla laksin yvirum hav.

 

“Hetta hevur verið ein stór broyting fyri fleiri av okkara keyparum í USA. Vit eru fegin um, at vit hava megnað at senda feskan laks sjóvegis til USA og samstundis varðveitt okkara vælkendu góðsku – nú við munandi lægri CO2-útláti. Vit vænta, at tað fer at leggjast afturat av keyparum, ið leggja stóran dent á burðardygd” sigur Óli Hansen, sølustjóri hjá Hiddenfjord.

 

Varðveitta góðskan kemst fyrst og fremst av trimum orsøkum:

 

Hiddenfjord laksur verður aldur á harðbalnum økjum við høgari aldu og/ella hørðum ráki. Hetta gevur laksinum bestu liviumstøður, samstundis sum tað fyribyrgir botndálking. Hiddenfjord er tann alifyritøkan, sum alir laks á mest harðbalnu økjum í heiminum.

 

Hiddenfjord hevur ment ein serstakan hátt at tryggja, at laksurin ikki verður strongdur undir tøku. “Stress-free harvest” gagnnýtir íborna hugin hjá laksinum at svimja móti streyminum, soleiðis at laksurin verður avlívaður og blóðgaður uttan at kenna strongd.

 

Í túsundtals ár hevur laksurin ferðast úr áum, sum renna út í Norðuratlantshavið, til havið kring Føroyar fyri at eta og vaksa. Tí hevur laksurin tillagað seg viðurskiftini í hesum havøkinum. Hetta órørda umhvørvið við jøvnum sjóvarhita alt árið er natúrliga heimið hjá atlantslaksinum.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sjúrðarberg fer nýggjan túr í kvøld
KÍ fer at avdúka Árna Frederiksberg í kv…
“Meistarar, sendið tykkara lærlingar til…
Gevið kommunu­num lut í veiðigjaldinum
Mugu útbúgva fleiri námsfrøðingar
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sett t…
KSS: Ísak V. Staksá sveinabræv sum maski…
Jóla­kortið 2020
Glitrandi perlur
Ákærdur - fríur ella dømdur
Rognkelsi sum lúsabasari í føroysku aliv…
Litrík høli mitt í býnum
Vínkúllar­nir bjóða til beinleiðis jólaví…
Veðrið í vikuni, sum kemur
Besta løtan at planta eitt træ
Myndarøð: HB vann seg trygt í finaluna u…
Jóla­trø­ini í Klaksvíkar kommunu
Nýggj Bíbliulesiætlan: Les fyri lívið…
HB-NSÍ spæla um at møta Víkingi í steypa…
Jólatræið í Vágstúni tendrað