Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nógv regn var kring alt landið frá middegi og nakrar tímar fram. Soleiðis sá Klaksvík út frá Oyravegnum klokkan 1330, meðan regnið var upp á tað mesta. | Mynd: Undirritaði

Eitt sindur um veðrið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  20.11.2020 - 16:17 Tíðindi Veðrið

Nógvur regn hevur verið seinnapartin og eisini heilt fitt av vindi.

Hesin vindurin er ikki vindurin, sum skal veksa upp í storm seinni í kvøld, men vindur, sum hoyrir til eitt regnumráði. Meiri avfall, meiri vindur. Brúgvalagið seinnapartin hevur verið ógvuliga tjúkt, og tí hevur verið so nógvur vindur í sambandi við tað.  

Nú siga allar veðurstøðirnar hjá Vørn frá minkandi vindi og minkandi avfalli. Vindurin (frontvindur) minkar tó ikki so nógv hesaferð, tí umráðið við storminum (gradientvindur) nærkast vestaneftir.

Um einar tímar – t.e. um 18-tíðina – fer miðalvindferðin at liggja um 18 til 23 m/s vestanfyri; eystanfyri eitt sindur minni, um 15 til 20 m/s. Ættin er útsynningur-sunnan.

Eftir tað fer vindurin at veksa, og á midnátt eru 25 m/s kring alt landið og ælaveður. Soleiðis er og verður líka til middags í morgin.

Gevið gætur, at hetta er miðalvindferð. Hvirlurnar kunnu vera væl harðari – upp í 30 m/s ella meir.

So er tað ættin á staðnum, hvussu hon roynist. Føroyar eru ógvuliga fjølbroyttar, hvussu høg fjøll eru, hvønn veg tey venda o.s.fr. Tí fara fólk kring landið at uppliva hetta illveðrið ógvuliga ymiskt.

Tað ber ikki til í stuttum at fara kring alt landið at siga frá, hvussu væl ella illa ættin roynist. Í øllum støðum kring landið eru nógv fólk við nógvari vitan um veðrið á staðnum.

Tí ber bert til at koma við miðalvindferð fyri landið og so ættini eisini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sjálvstýris­flokku­rin hevur djúpar røtur…
Páska­stevna í Eysturoynni
Hesir byrja ímóti San Marino
Bjargingarbátur rekur til Føroya  
Fólka­floksháborgin er á Viðareiði, Miðfl…
Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv
Beinir kann aftur gerast yngstur – so nó…
Høgni stórur FM favorittur
Skeið innan spreingitøkni styrkir trygd…
Eftirbátu­rin, ið dragnar
Deyðbóltsstøða avgjørdi í Sveis
Earth Hour í Klaksvík
Jákup og Dávid byrja inni í kvøld
Soleiðis eru ymisku økini í landinum umb…
Javnaðar­flokku­rin tapti Havnina
Aðalfundur hjá Landsfelag Pensjónista
Veðrið um vikuskiftið
Ikki so taktiskt snilt av B, C og E í No…
- Hettar var eitt heilt fantastist úrsli…
Seinastu dystirnir í grund­spælinum