Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sjørnan basti VÍF

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  22.11.2020 - 18:47 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

So bragdaði hjá Stjørnuni , við sigri á VÍF fekk Stjørnan sínu fyrstu stig hesum kappingarárinum.

VÍF var favorittur undan dystinum, men Stjørnan vildi tað ørvísi, tær virkaður rættiliga uppsettar frá fyrsta bríksli av. Tað gekk javnt á allan fyrra hálvleik, tó var tað VÍF sum hevði munin, men munurin var ongantíð meira enn 2-3 mál. Hálvleiksstøðan var 14-13 til VÍF.

Gongdin var tann saman í seinna hálvleik, liðini skiftust um at skora. Tá leiktir vóru 16 minuttir, tók Stjørnan fyri fyrstu ferð í dystinum leiðsluna, støðan var  tá 20-19 til Stjørnuna. Spenningur var stórur, skuldi tað eyðnast Stjørnuni at vinna. VÍF svaraði skjótt aftur, og  kom framum 21-20, men stjørnukvinnurnar góvu ikki upp. Tá 5 minuttir vóru eftir at leika, var støðan 25-23 til heimaliðið, og leiðsluna hildur tær, tað sum eftir var av dystinum. Tá dómararnir bríkslaður fyri seinastu ferð, vísti talvan 27-24 til Stjørnuna, og frøðin var stór á stjørnuleikarunum, sum kundu fegnast um fyrsta sigurin í hesum kappingarárinum.

Málini hjá Stjørnuni skutu: Tóra Eliasen 7, Katrin Bertholdsen 7, Maria Biskopstø 4, Tóra Norðá 3, Iulia Nalivko 2, Oddvør Josephasen 2, Sonja Sirdal 1 og Julia Høgnesen 1.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…