Lýsing
Lýsing

Selma Ellingsgaard á fyrsta sinni í Ribarhúsi

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  24.11.2020 - 18:47 Mentan Tíðindaskriv

Leygardagin, 28. novembur, kl. 17:00, letur Selma Ellingsgaard málningaframsýning upp í Ribarhúsi í Fuglafirði.

Framsýningin hongur uppi til 31. desembur, og tilber annars at vitja framsýningina tá húsini eru opin.

Hetta er fyrstu ferð, Selma sýnir fram í Ribarhúsi.
Selma er av á Eiði og ættarbond eru eisini til Fuglafjarðar.
Omman í faðirætt var úr Fuglafirði og giftist til Eiðis. Eisini ein abbabeiggi av Eiði, í faðirætt, giftist til Fuglafjarðar.

Um seg sjálva, sigur Selma, at føroyska náttúran, ikki minst bergtakandi náttúran, har hon sleit sínar barnaskógvar, er rótfest í sál og sinni og ótømandi kelda til íblástur.
Hon málar eisini so mangt annað, og er tað bæði figurativt og meira abstrakt.

Hon elskaði at tekna og mála sum barn og hálvvaksin.
Neistin kyknaði veruliga aftur í 2014, tá hon slapp á kvøldskúlaskeið í Havn - Og síðani hevur hon so at siga ikki slept penslinum, greiðir hon frá.
Fleiri ár á rað hevur Selma verið á kvøldskúlaskeiðum, umframt eisini á einkultum øðrum listaskeiðnum bæði í Føroyum og í Danmark.
Harumframt hevur hon leitað sær íblástur á netinum og roynt seg á ymsum økjum innan málningalist og tekning.

Selma hevur luttikið á nøkrum málningaframsýningum í Føroyum seinastu árini og á tveimum framsýningum í Danmark í 2019, tá hon var niðri í lestrarørindum.

-

Framsýningin letur sum sagt upp upp kl. 17:00, leygardagin 28. novembur og er hon opin til kl. 21:00.
Øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inná gólvið, og vitjandi fáa ein góðan drekkamunn og glögg hetta kvøldið, nú jólini nærkast.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…