Lýsing
Lýsing
Lýsing

Útróður: Eitt nýtt kapittul

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  24.11.2020 - 19:00 Myndarøð Tíðindi Vinna

Fyri umleið einum góðum mánaði síðani, segði reiðarin á felagnum ANRU í Hvannasundi, Janus Rein, at nú byrjaði eitt nýtt kapittul í reiðarínum hjá teimum báðum Janusi og Gunduri Sørensen. Orsøkin til útsøgnina var, at teir báðir høvdu júst keypt stálbátin Mýling, sum skuldi koma í felagið í staðin fyri ANRU, ið einaferð bar navnið Grindafossur.

Nú nýggi ANRU hevur verið í vinnu í umleið ein mánaða, vendi Norðlýsið sær til Janus Rein, reiðara og stjóra í felagnum at frætta hvussu hevur gingist hesa tíðina við eitt nú lágum avreiðingarprísum.

 

Nógvar umvælingar

Jú, sigur Janus Rein, vit keyptu skipið og harafturat fleiri fiskirættindi.

Skipið vit keyptu var eitt gott skip. Men eg eri allarhelst soleiðis innrættaður, at eg setið nógv hægri krøv enn onnur til standin á skipinum. Í hesum sambandi kemst tað helst av, at eg var 20 ár í flogvinnuni, áðrenn eg kom aftur í fiskivinnuna, og áðrenn tað var eg m.a. hjá A.P. Møller, og tað hevur sett síni spor í meg, tá tað kemur til viðlíkahald osf. Samanumtikið hava vit hava tí brúkt fitt av pengum afturat at fáa skipið í betur stand. Alt í alt hava vit renoverað fyri fleiri 100.000 krónur; t.d. á brúnni, á arbeiðsdekkinum og t.d. hava vit eisini brúkt eini 100.000 krónur upp á at seta egningarmaskinuna ordiliga í stand. Eftir mínum tykki er tað heilt greitt ein treyt fyri góða drift, góðan trivnað og harvið gott arbeiðslag umborð, at tingini eru í ordan og at tað er nossligt umborð.

 

Brúka lokala tænastu

Fleiri fyritøkur í Norðoyggjum og í Klaksvík eru helst glaðar fyri at vit hava sett okkum høg mál við ANRU, tí vit royna so vítt møguligt at brúkt fyritøkur í Norðoyggjum til tær ábøtur, sum vit gera umborð.

Og tó, so haldi eg, at vit sum heild skulu vera nøgdir við gongdina, sigur Janus Rein, hugsunarsamur. Nú vit hava drivið skipið í ein mánaða ella so, hava vit selt fyri á leið eina miljón krónur. Serstakliga tá hugsað verður um, at tað er mest smá hýsa sum man fær, og prísurin er niðanfyri øll vanlig lágmark, so er ikki orsøk at vera ónøgdur. Sjálvandi átti úrslitið at verið betur, tá hugsað verður um, at bestu fiskimánaðarnir hjá útróðrarbátunum sigst at vera november og desember. Men eina miljón um mánaðin kunnu vit væl liva við.

 

Lágir prísir

Hýsan, sum bátarnir fyri tíðina fáa mest av, liggur í meðal undir 10 krónur fyri kilo. Stóra hýsan og toskurin draga miðalprísin eitt sindur upp. Miðalprísurin hevur ligið brutto um 12 til 13 krónur. Søguliga hava fiskaprísirnir í miðal ligið um 16-17 krónur fyri kilo, so hesa tíðina ANRU hevur verið í drift kann sigast, at prísirnir á fiski hava ligið um 25-30% lægri enn vanligt hevur verið hjá útróðrarbátunum.

Manningarparturin hendan fyrsta mánaðin ANRU hevur verið í drift liggur um 45.000 krónur. Hóast ANRU ikki avreiðir hvørt kvøld, so hava menninir verið heima einar 13-14 dagar hendan mánaðin.

 

Heima flestu vikuskifti

Janus Rein, stjóri og reiðari sigur víðari, at vanliga so er ANRU úti í tríggjar til fimm dagar. Harafturat royna vit at skipið onkutíð skal vera heima um vikuskiftini, tá tað ber til.

Fiskiskapurin hevur verið brúkiligur, 12.000 pund besta dagin og 4.000 pund slakasta dagin.

 

Fiskurin frá ANRU nógv umbiðin

ANRU er væl útgjørd til hagreiðing av fiski, tí hevur fiskurin teir koma til lands við, verið nógv eftirspurdur. Skipið hevur kølilast og framleiðir krapuís umborð. Hetta ger, at fiskurin verður køldur beinan veg hann kemur í paunin á dekkinum og síðani verður hann hildin kaldur í lastini.

Keyparin fær tí feskan fisk av bestu góðsku frá ANRU hvørja ferð, sigur Janus Rein, stjóri og reiðari á ANRU.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni