Lýsing
Lýsing
Símun Michael Sørensen er eitt av starvsfólkunum, ið nú hevur munandi styttri til arbeiðis | Mynd: Oliver Joensen

Formula letur upp deild í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.11.2020 - 12:30 Tíðindi Vinna

Vit vilja vera nærri kundanum og ein liður í hesum er at spjaða virksemi kring um landið, heldur enn bert at vera í Tórshavn. Vit hava nógvar góðar kundar í Klaksvík, sigur Fróði Magnussen stjóri í Formula.

Norðlýsið hevur vent sær til stjóran í Formula, ið er ættaður úr Klaksvík. Fróði Magnussen, stjóri, er abbasonur Petur Karl Hansen, sum búði á Bumshamri. Petur Karl Hansen var formaður á Norðborg tann tíð tað var. Fróði hevur nógv góð minnir frá Klaksvík. Sum smádrongur, var eg javnan á floti við abba mínum við bátinum Freyr, og ofta gekk leiðin norður gjøgnum Djúpini, minnist Fróði.

Formula er í roynd og veru longu flutt norður, men vegna Corona hevur høvi ikki verið til at starta reiðiliga upp í Klaksvík enn. Tað høvið kemur so nú. Nýggja deildin skal húsast í sama bygningi sum Føroya Tele, t.v.s. í gomlu Telefonstøðini. Virksemið hjá Formula vendir sær fyrst og fremst til fyritøkur, og snýr seg m.a. um ráðgeving og forritan. Millum tænasturnar, sum venda sær til vinnulívið í Klaksvík, kunnu nevnast ein tíðarskrásetingarskipan, lønarskipanir og journalskipanir.

Spurdur um, hvat endamálið er við at opna eina deild í Klaksvík, sigur stjórin, at tey sum fyritøka fegin vilja vera nærri kundanum, og ein liður í hesum er so at spjaða virksemið kring um landið, heldur enn bert at vera í Tórshavn. Formula hevur longu skrivstovur í Tórshavn, Runavík, Taastrup í Danmark og nú eisini í Klaksvík. Nøkur av starvsfólkunum á Formula búgva longu í Klaksvík, og tey fara nú at sleppa undan bæði koyring og tunnilsgjaldi.

Fróði Magnussen sigur, at tey raðfesta trivnaðin hjá starvsfólkunum høgt, og hendan deildin er eisini sett á stovn fyri at taka atlit til tað. Virksemið á deildini og hjá Formula sum heild snýr seg umframt omanfyrinevnda eisini um hýsing, t.e. at leggja servarapláss til data v.m.

Norðlýsið hitti tann fryntliga og í Klaksvík so væl kenda Símun Michael Sørensen, og vit fingu mynd av honum. Hann letur væl at teimum nýggju, snotiligu hølunum á gomlu telefonstøðini. Formula leigar høli frá Føroya Tele, og hava í tí sambandinum innrættað hølini eftir sínum tørvi.

Fyri fyrst fara 5 fólk at arbeiða á Formula-deildini í Klaksvík, men ætlanin er at økja um starvsfólkahópin her, sigur Fróði Magnussen við Norðlýsið at enda.

 

Formula heldur til í snotuligum hølum har Telefonstøðin helt til fyrr

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…