Lýsing
Lýsing
Fyri tað mesta køld luft úr Norðuramerika - t.e. úr Kanada ella Grønlandi. Tað fer at kølna næstu dagarnar. | Mynd: Undirritaði

Veðrið í vikuni, sum kemur

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  29.11.2020 - 20:55 Tíðindi

Í vikuni, sum kemur, fer eitt og sama lágtrýst at seta sín dám á veðrið – t.e. frá týsdegi og líka til sunnudag.

Tað fer at flyta seg skjótt og nógv, og draga luft til sín. Fyri tað mesta kalda luft. Einki ordiligt illveður í vikuni, men tó onkur løtu við keðiligum veðri. Í vikuskiftinum upp ímóti skrið, 18 m/s.

Kalda luftin fer ikki at koma beinleiðis til okkara av norði, men ístaðin av suðuri ella útsynningi ella vestri. Í vikuskiftinum fer kølin luft at koma beint á okkum úr Barentshavi av landnyrðingi-norði.

Veðrið dag fyri dag í vikuni, sum kemur:

Mánadag:

Útnyrðingur, 7 til 12 m/s, sum minkar seinnapartin, og um kvøldið er lítil og eingin vindur, meðan ættin snarar niður í sunnan. Turt og skýggjað, men tað verður klárt veður við sólglottum út á seinnapartin.

Hitin mánadagin, meðan vit liggja í høgættarrákinum í hátrýstrygginum, fer at liggja um 2 til 5 stig.

Týsdag:

Týsnáttina fer vindurin at veksa av suðuri og útsynningi. Á middegi eru 10 til 15 m/s. Skýggjað allan dagin – annars regn eina løtu um morgunin, og eftir tað ælaveður.  

Hitin týsdagin, tá ið hátrýstryggurin er farin eystur um Føroyar, og lágættin er komin aftur, fer at liggja um 5 til 9 stig.

Mikudag:

Útsynningur allan dagin til seint um kvøldið, tá ið fer hann niður í sunnan. Hetta er ísakøld luft av innlandsísinum í Grønlandi, sum umvegis kemur hendavegin. Vindferðin 10 til 15 m/s, til seint um kvøldið, tá ið hann minkar niður í 5 til 10 m/s. Ælaveður við regni um morgunin, men so hvørt sum tað kølnar, verður avfallið til vátakava ella kava.

Hitin mikudagin, meðan lágtrýstið norðan fyri Ísland dregur kalda luft av innlandaísinum í Grønlandi til Føroya, fer at liggja um 1 til 4 stig.

Hósdag:

Lítil og eingin vindur úr ymsum ættum. Skýggjað allan dagin og ælaveður við vátakava ella kava.

Hitin hósdagin, meðan køld luft av innlandsísinum í Grønlandi rekur til okkara, fer at liggja úr 1 kuldastigi og nøkur stig upp um frostmarkið.

Fríggjadag:

Fríggjanátt melur hann framvegis úr ymsum ættum, men út á morgunin kemur hann av landnyrðingi og landnyrðingi-norði. Vindur veksur upp í 13 til 18 m/s um kvøldið. Skýggjað við ælaveður við regni.

Hitalagið fríggjadagin, tá ið kalda luftrákið stavar frá havinum eystan fyri Grønland, fer at liggja oman fyri frostmarkið – úr 2 til 6 stig.

Leygardag:

Landnyrðingur-norðan, 13 til 18 m/s. Skýggjað og ælaveður við regni.

Hitalagið leygardagin, tá ið kalda luftrákið stavar frá Barentshavinum, fer at liggja um 3 til 7 stig.

Sunnudag:

Landnyrðingur-norðan og norðan, 13 til 18 m/s, seinnapartin 15 til 20 m/s. Skýggjað og ælaveður við regni.

Hitalagið sunnudagin, meðan luftrákið stavar frá Barentshavinum, fer at liggja um 3 til 7 stig.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…