Minesto røkkur søguligum varða - letur sjóvarfalsorku inn á føroyska elnetið
Sum partur av arbeiðnum at installera og royndarkoyra sjóvarfalsdrekan í Vestmannasundi, hevur Minesto rokkið varðanum at lata elorku úr sjóvarfallinum inn á føroyska elnetið í samsvari við avtaluna við SEV
“Hetta er ein søgulig løta, og eitt risa fet framá fyri Minesto og menningina av okkara serstøku tøkni. Vit eru serliga fegin um framleiðslustøðið á skipanini”, sigur Dr Martin Edlund, forstjóri í Minesto. “Nú gleða vit okkum til at halda fram við arbeiðnum í Vestmannasundi, og okkara framtíðarsamstarv við SEV”.
Eftir at undirstøðukervið við fundamenti á havbotninum, sjókaðali og transformarastøð á landi var liðugt uppsett, setti Minesto eisini drekan út og nú er farið undir at royndarkoyra sjóvarfalsorkuverkið. DG100 skipanin umfatar dreka, tjóður og botnfesti. Botnfestið er liðiligt, og ger tað møguligt hjá drekanum at flyta seg í sjónum í einum áttatali.
Royndarkoyringin av DG100 orkuverkinum merkir, at Minesto við serstøku Deep Green tøknini nú framleiðir burðardygga elorku úr sjóvarfallinum í Vestmannasundi inn á føroyska elnetið.