Lýsing
Lýsing
Lýsing
Landsstýrið hevnir seg inn á kommunurnar fyri at hava sagt nei til kommunusamanlegging í 2012. Hevndin er at kommunurnar verða settar undir eitt slag av umsiting, har Landsstýrið ikki bert hevur tað lógarkravda eftirlitið við kommununum, sum tað skal, og heldur ikki eisini bara leggur seg beinleiðis út í, hvussu kommunurnar skulu skipa seg í samstørv, men beinleiðis dikterar teimum samstarvsfelagar

Ósjálvboðin samstørv – hví?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.12.2020 - 14:20 Leiðarin Politikkur

Í kommunumálum hevur Landsstýrið átikið sær leiklutin sum lærarin, ið hevur bólkaarbeiði í skúlanum. Bólkarnir sleppa ikki at skipa seg sjálvar, tí lærarin óttast, at onkur verður settur uttanfyri. Í staðin setir hann bólkarnar av kommunum, sum hann sjálvur heldur, hóska best saman, og tá er vandin altíð, at tvey ella fleiri verða sett saman, sum ikki arbeiða væl saman.

 

Tann triðja mai í 2012 var fólkaatkvøða um kommunusamanlegging hildin í øllum Føroyum. Og boðskapurin var púra greiður: 26 av teimum 30 kommunum vildu ikki leggja saman. Bert Runavíkar og Sjóvar kommunur, eins og Tvøroyrar og Fámjins kommunur, vildu leggja saman, og sjálvt her man viljin til samanlegging hava verið lunkaður, tí hvørga staðni er lagt saman enn nú 8 ár seinni.


Í staðin fingu vit tað, sum nevnist “kommunal samstørv”, sum skulu samstarva um uppgávur, sum landið leggur út til kommunurnar, um kommunurnar eru ov lítlar til at lyfta uppgávuna sjálvar. Einans Tórshavnar Kommuna er einsamøll, meðan hinar eru skipaðar í sjey samstørv kring landið: Vágar, VEKS-samstarvið, Norðoyggjar, Eystur- og Fuglafjarðar kommunur, restin av Eysturoynni, og so Sandoy og Suðuroy. Soleiðis er landið nú skipað í 8 “regional samstørv”, um ein kann kalla tað so, og tað er Landsstýrið, sum avger, hvørji hesi samstørvini eru.


Her minnir leikluturin hjá Landsstýrinum um tann hjá ítróttarlæraranum. Fyri at ongin skal sita uttanfyri, tekur hann sær av at skipa liðini. Og hugsjónin aftanfyri er eisini vøkur. Øll vita vit, hvussu synd tað var í tí, sum varð síðst valdur í skúlagarðinum, og ongin ynskir at nakar verður útifrystur, tá bólkar skipa seg sjálvar til bólkaarbeiði.


Men álvaratos! Hetta eru ikki børn, men trøllvaksin fólkavald umboð, vit hava við at gera. Hví skal Landsstýrið – ið ikki er fólkavalt – taka sær av at skipa samstørvini fyri fólkavaldu kommunurnar, sum ofta kenna munandi betri til grannakommunur sínar enn hvat Landsstýrið ger? Um til dømis Vestmanna vil samstarva við kommunurnar í Vágum, ella Eysturkommuna og/ella Fuglafjørður vilja samstarva við Klaksvík, hví skulu tær so ikki sleppa tað?


Ja, vandin vil altíð vera har, at ein lítil kommuna, sum ikki megnar uppgávuna sjálv, verður sett uttanfyri eitt samstarv. Men taka vit eldraøkið, so verður ongin meira uttanfyri enn so, at tey eldru í tí kommununi framvegis fara at fáa eitt røktarheimspláss í eini størri grannakommunu, ella møguliga longur burturi, um bert heimakommunan rindar fyri tað. Vit hava longu tílíkar refusiónsskipanir, tá tað kemur til skúlanæmingar, sum ganga í skúla í aðrari kommunu enn har, teir búgva.


Á ein hátt tykist hetta, sum at Landsstýrið hevnir seg inn á kommunurnar fyri at hava sagt nei til kommunusamanlegging í 2012. Hevndin er at kommunurnar verða settar undir eitt slag av umsiting, har Landsstýrið ikki bert hevur tað lógarkravda eftirlitið við kommununum, sum tað skal, og heldur ikki eisini bara leggur seg beinleiðis út í, hvussu kommunurnar skulu skipa seg í samstørv, men beinleiðis dikterar teimum samstarvsfelagar.


Tað er í lagi at vera pedagogiskur, so leingi vit hava við børn at gera. Men “arrangerað ektaskap” millum vaksin rigga sjáldan væl. Skal eitt parlag fungera, er fyrsta fortreytin, at partarnir sjálvir játta yvirfyri sær sjálvum og samfelagnum, at teir vilja hetta parlagið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…